Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tveir tilkallaðir til U-21 landsliðið

| 13/02/13

TB var umboðað við fýra leikarum á U19 landsliðnum í fjør: Eirikur Magnusarson, Poul Ingason, Ragnar Tausen og Teitur Olsen (Mynd: fsf.fo)

Í hesum døgum verður roynt at finna fram til tann endaliga U21 landsliðshópin, og í hesum sambandi eru tveir TB leikarar boðsendir. 19 ára gamli Rógvi Joensen og 17 ára gamli Poul Ingason eru innkallaðir, og skulu teir møta til venjing leygardagin í Havn. Sunnudagin er so ætlanin, at dystur skal spælast móti Effodeildarliðnum hjá KÍ. Báðir hava teir roynt seg á bæði U17 og U19 landsliðunum, og nú er áhugin vaknaður hjá U21 landsliðsvenjaranum eisini. Vit vóna, at beiggjarnir klára seg væl, og fylgja gongdini við stórum spenningi. Einans ein TB leikari hevur verið á U21 linum undan hesum báðum, og stóð hann seg eisini avbera væl. Vit tosa sjálvandi um Gilla Sørensen, sum undan kappingarárinum valdi at flyta til B36.

17 ára gamli álopsleikarin, Poul Ingason hevur nú fingið landsliðsboð frá U21 venjaranum. Í fjør var hann á U19 liðnum, og stóð seg avbera væl (Mynd: Niels Petersen)

Fleiri sleppa at royna seg
Seinastu árini hava TB roynt at stramma í, hvat ungdómsarbeiði viðvíkur, og tað sæst, at okkurt er komið burturúr. Ungdómsdeildin eigur gamaní ikki alla æruna, langt frá, men tað er hóast alt her, at dreingirnir eru vandir, undir vaknu eygum venjarans. Tann menning, sum dreingirnar hava fingið úti í respektivu feløgunum er góð, men tað kann als ikki sammetast við menningina og royndirnar teir fáa, við at spæla á internationalum støði. Tískil er tað av størsta týdningi, at miðað verður eftir, framhaldandi at gera eitt miðvíst og gott ungdómsarbeiði, og leggja teimum nógv av góðum í beinini. So fara respektivu landsliðsvenjararnar, eisini framyvir, at ringja eftir rekruttum frá okkum.

 

19 ára gamli miðvallarin, Rógvi Joensen er innkallaður til landsliðstænastu fyri U21 liðið. Áður hevur hann, eins og Poul Ingason, umboðað bæði U17 og U19 (Mynd: Bjarni Nygaard)

Ørgrynna av U landsliðsleikarum í TB
Í løtuni hevur TB eina ørgrynnu av ungum talentum,  og nýggju teirra eru slopnir framat á ymisku ungdómslandsliðunum. Fleiri teirra hava harumframt fingið heilt fitt av dystum í beinini, so tað sær sera spennandi út fyri framtíðina hjá aldursforsetanum, um vit klára at halda uppá fólkið í nøkur ár.
Teir TB leikarar, sum í løtuni umboða landsliðini eru:
Poul Ingason og Rógvi Joensen – (U21)
Ragnar Tausen, Teitur Olsen og Eirikur Magnusarsson – (U19)
Andrias Sørensen, Kristian Michelsen, Stefan Radosavljevic og Tóki Randrup – (U15).
(Tóki er hvalbingur, og spælur á U14 liðnum hjá TB/Royn).

Umframt hesar, so kann undirritaði greiða tykkum frá, at enn fleiri eru á veg, komandi árini. Men tíðin arbeiðir fyri hesar unglingar, og tað er ongin orsøk til at loypa framav. Serstakliga hugaligt er tað tó, og avgjørt til at gleðast yvir.