Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tvey ára sáttmála til ungan leikara

| 12/02/13

TB hópurin er við at vera klárur til kappingarárið, og fyrireikingarnar ganga sína vanligu gongd (Mynd: Bjarni Nygaard)

TB skrivaði í farnu viku undir sáttmála við tríggjar av lokalu leikarunum, umframt ein tvøramann í útlegd, ið komin er frá grannunum úr FC Suðuroy. Hóast teir allir eru týdningarmiklir og spennandi leikarar, so er ein teirra, sum vit fara at leggja serligan dent á hessaferð. Talan er um bert 16 ára gamla Rógva Kárason, sum við einum fantastiskum hugburði, og ikki minni arbeiðsinnsatsi, veruliga hevur gjørt vart við seg í vetur. Hinir leikararnar eru; brøðurnir Tórur og Dan Mortensen og Tóki Brattalíð, ið júst er komin úr FC Suðuroy.

16 ára gamli Rógvi Kárason er ein fyrimynd fyri aðrar ungar leikarar. Hann er ikki bara sera dugnaligur bóltspælari, men serliga er tað hansara góði hugburður, ið vann honum ein tvey ára sáttmála við TB (Mynd: Niels Petersen)

Fyrimyndarligur hugburður
Tað er ikki vanligt, at TB ger tvey ára sáttmála við bert 16 ára gamlar leikarar, men við Rógva Kárason varð mett, at hetta var eitt gylt høvi. Rógvi brennir veruliga fyri sínari ítrótt, og er serstakliga ágrýtin. Hann vísur fyrimyndarligan at- og hugburð til allar samlingar hjá hópinum, tað verið seg til venjing ella dyst. Rógvi er harafturat, og ikki av minni týdningi, sera dugnaligur fótbóltspælari. Hann hevur gott eyga fyri spælinum, og tekniskt er hann heilt væl fyri. Felagið sá tað tískil sum eina sjálvfylgju, at bjóða evnaríka unglinginum úr Trongisvági ein tvey ára sáttmála. Tað er við stórum spenningi, at vit fara at fylgja Rógva framyvir.

Dan Mortensen – 77 dystir í Effodeildini – 214 dystir í 1. Deild – 61 steypadystir – 78 mál (Mynd: Niels Petersen)

Trúgvir tænarar longja
Tórur og Dan Mortensen hava í mong mong ár verið undangongumenn, tá tað er komið til at kempa og at ganga undan á vøllinum. Teir eru nú komnir nakað upp í árini, men passandi við teirra ágrýtni og góða arbeiðsmoral, so longja teir báðir við barndómsfelagið.
Dan er, við sínum 352 dystum, tann leikarin, ið hevur umboðað besta liðið hjá TB flestar ferðir, og ikki nokk við tí. Hann er eisini bert tvey mál frá at verða málkongur í felagnum. Fyribils eigur Óli Johannesen tó hendan heiður, við heili 80 málum. Dan hevur higartil skotið 78 mál.
Tað skal tó eisini nevnast, at Einar Petersen eisini hevur skotið 78 mál fyri TB, men fleiri av málunum eru skotin fyri næstbesta lið felagsins.
Eldri beiggi Dan, Tórur Mortensen hevur gamaní ikki skotið eins nógv mál, men síðan brøðurnir báðir byrjaðu at spæla fyri besta liðið hjá TB, afturi í 1994, hava báðir verið dyggir stuðlar hjá aldursforsetanum. Never say die hugburður teirra er ein ótømandi inspiratiónskelda, ið teir ungu leikararnar gera klókt í, at leggja sær í geyma.

Røtur av Tvøroyri
Hann hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í grannafelagi okkara, FC Suðuroy, men nú er hann komin til felagið, ið pápin byrjaði sín fótbóltsuppvøkstur. Talan er um 19 ára gamla Tóka Brattalíð, ið er sonur fyrrverandi TB leikaran, Jens Petur Brattalíð. Tað er tískil ikki so løgið, at drongurin velur at royna seg í heimbygd pápa síns. Umstøðurnar eru vorðnar so framúr góðar inni við Stórá, bæði hvat leikaratilfeingi, og, ikki minst, umstøðum kring vøllin viðvíkur, so tað dregur sjálvandi eisini. Í Tóka hava TB ein ágrýtnan, kvikan og útfordrandi leikara, sum eisini javnan finnur vegin fram til málið. At hann bert er 19 ár, merkir sjálvandi, at hann hevur mong ár frammanfyri sær, og spennandi verður at fylgja gongd hansara í TB. Vælkomin Tóki, og bestan byr framyvir.
Aðrir leikarar hava eisini valt at flyta frá FC Suðuroy til TB í ár, men hesir verða umrøddir í aðrari grein, sum væntandi verður klár einaferð í næstu viku. Tó skulu tit hervið verða ynsktir hjartaliga vælkomnir.

Viðmerkingar