Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

U-16 spæla fyrsta dystin við Stórá

| On 25, Apr 2012

300 setur eru í dag sett upp við Stórá, og nógvir mans hava ótroyttiliga tuskað runt, so vøllurin kann góðkennast til Effodeildardystin sunnudagin (Mynd: Astrid Vestergaard)

Ónsdag, 25.apríl er ein hátíðarligur dagur hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Ikki bert er tað flaggdagur føroyinga, men tað, ið fyllur mest í huganum hjá okkum fjepparum er, at nýggi leikvøllurin hjá TB verður tikin í nýtslu á fyrsta sinni. Nógvar venjingar hava verið á vøllinum síðstu vikurnar, men í dag verður so fyrsti landskappingardystur spældur við Stórá. Heiðurin at spæla hendan fyrsta dystin, fáa U-16 liðini hjá TB/ROYN og B36, og byrjar hann kl 14. Hetta er síðsti dystur í bólkaspælinum hjá U-16 dreingjunum, og skuldi tað gingið heilt væl hjá okkara ungu gørpum, so kunnu teir spæla seg upp í A-bólkin. Seinastu úrslitini hava lagað seg væl hjá okkara, og tí er spenningurin stórur undan dystinum.

Ein nýggjur kapittil verður byrjaður
TB er komin á eitt vegamót, og man freistast til at siga, at TB í morgin seta hol á ein nýggjan kapittil í longu og ríku søgu felagsins. Felagið megnaði í fjør at spæla seg upp í bestu deildina, og so kom verulig gongd á ætlaðu vallargerðina inni í Trongisvági. Sjálvur leikvøllurin hevur verið í brúk nú í eina tíð, men enn er ymiskt, ið skal gerast liðugt rundan um vøllin, so eisini flaggskip felagsins kann spæla sínar heimadystir á egnum vølli. Gongst eftir ætlan, so fáa vit eisini høvi til at síggja Effodeildardystin millum TB og ÍF sunnudagin. Hetta er tó ikki heilt avgreitt, men leiðslan í Tvøroyrar Bóltfelag er vónrík um, at tað fer at eydnast okkum, at fáa leikvøllin góðkendan til sunnudagsdystin móti ÍF.
Fyrstu heimadystirnar í ár, hevur TB spælt hjá grannunum í Vági, og hóast umstøðurnar har eru góðar, so vil man altíð stremba eftir, at leika á egnum vølli, sum hevur staðið í gerð síðan síðst í 2011. Hendan tíð tykist nú vera komin, og vit bíða øll spent eftir, at sleppa inn til leikvøllin við Stórá, har nýggi kapittilin í søgu felagsins skal skjótast í gongd.

Nógvir dystir um vikuskiftið
Dystarskráin um vikuskiftið er drúgv, og eisini U-10 dreingirnar fara í gongd við sítt kappingarár hetta vikuskiftið. Hesir skulu tó ikki spæla við Stórá, men heldur skulu teir vestur í Vágoynna at spæla fyrstu kapping sína.
Dystirnar við Stórá verða annars nakrir í tali í vikuskiftinum, og í vaksnamannadeildini eru tað 3. Deild, sum spæla sín fyrsta dyst á nýggja leikvøllinum, tá ÍF vitja leygardagin. Eisini 2.Deild setur skøtil á sína tilveru við Stórá, tá teir leygardagin taka móti grannunum úr FC Suðuroy. Men sunnudagin, tá vóna vit øll, at vøllurin er endaliga góðkendur, so eisini Effodeildarliðið hjá TB sleppur at taka móti ÍF í 6. umfari. Meira fæst at vita um gongdina í málinum, so skjótt vit vita nakað meira.

DYSTARSKRÁ

Ónsdagin 25. apríl
kl. 14:00 – TB/ROYN-B36a   (U-14 dreingir)

Leygardagin 28. apríl
kl. 12:30 – TB-ÍF   (3.Deild Menn)
kl. 15:00 – TB-FC Suðuroy   (2.Deild Menn)
kl. 14:00 – U-10 kapping í Sandavági
kl. 14:30 – B71-TB/ROYN   (U-14 dreingir)

Sunnudagin 29. apríl
kl. 15:00 – TB-ÍF   (Effodeildin)