Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

U16 dreingir spældu seg í A-bólkin

| On 15, Mar 2013

Hóast tað bleiv spælt í Gundadali, vórðu tað suðuroyarliðini, ið fóru avstað við spennandi plássunum (Mynd: google.com)

Síðsta vikuskifti varð innleiðandi kapping spæld í Havn í U16 árganginum. Fýra lið skuldu kappast um tvey pláss í A-bólkinum í sama aldursbólki, og tá avtornaði vunnu tvey suðuroyarlið seg upp í besta bólkin. Liðini sum kappaðust, og tey vóru AB, B36, FC Suðuroy og TB/Royn. -Vit vistu ikki hvat vit kundu vænta okkum, tí vit kendu so lítið til hini liðini, segði venjarin, Palle Eysturberg, sum samstundis fegnast yvir, hvussu raskir ungu beiggjarnar eru. Kappingin á A-bólkinum byrjar eina av komandi vikunum.Kendu okkara vitjunartíð
Okkara unglingar stóðu seg rættuliga væl í undankappingini í U16 aldursbólkinum, sum spæld bleiv í Havn seinasta vikuskifti. So stinnir vóru beiggjarnar, at teir spældu seg til rættin at spæla í A-bólkinum í hesum kappingarárinum. Fyri at gera søguna enn søtari, so megnaði hitt suðuroyarliðið, FC Suðuroy eisini at gera okkum eftir, og sostatt blivu havnamenn lumpaðir av suðuroyingum.

Týdningarmikið fyri menningina
Palle Eysturberg, ið er venjari hjá U16 liðnum hjá TB/Royn lat sera væl at liði sínum, tá vit fingu prát við hann herfyri. -Dreingjaliðið spældi seg í A-bólkin, og tað er serstakliga týdningarmikið, fyri framhaldandi menningina hjá dreingjunum, sigur Palle. Hann leggur afturat, at tað er av stórum týdningi, at teir verða trýstir maksimalt í øllum dystum, og á hendan hátt fáa okur vónandi nakrar spennandi ungar leikarar upp í vaksnamannadeildina um eitt ár ella tvey, sigur Palle til seinast.

Vit ynskja dreingjunum eitt gott kappingarár, og tillukku við, at teir spældu seg so flott til A-bólkin.