U16 tikið úr kappingini

Dreingirnir í U16 hava í longri tíð siglt í tungum sjógvið, bæði hvat viðvíkur úrslitum og uppmøting. Avleiðingarnar av hesum eru tí at felagsliðið TB/Royn hevur tikið liðið úr kappingina.

Tá kappingárið vóru í alt 19 leikarir, men sum tíðin gekk so gjørdist talið færri og færri. Ein av ørsøkunum finnast hjá ÍSF, sum hevur avtikið brúk av ferðakort til venjingar – hetta hevur við sær at leikarar í eitt nú Hvalba og Fámjin sjálvur skulu gjalda fyri ferðing til og frá venjingar. Hetta var við til at eisini fáa leikaratalið longur niður. Arbeiði og skúlauppihald í Danmark hevur eisini spælt inn og tí hevur tað í longri tíð verið ein evigur kampur fyri at fáa mannað lið.

Hetta er ein dyggur smeitur fyri felagið, tí hetta er tann elsti árgangurin áðrenn dreingirnir fara upp í vaksnamannadeildina. TB hevur av góðum grundum ikki grundarlag fyri einum U18 liðið, ella tað sum í gomlum døgum var unglingalið.

TB/Royn hevur leikt í A bólkinum har teir áðrenn hesa avgerð leiktu 7 dystir og høvdu einki stig. Kappingin fyri U16 endar síðst í hesum mánaða. Liðið hevur verið fyri nøkrum dyggum ósigrum og hetta hevur medvirkað til at leikarar hava mist hugin meir og meir og tó hevur felagið tikið avgerðina um at taka liðið úr kappingina.

Vit harmast um, at hetta varð neyðuga avgerðin, staðfestir Charlotta Nielsen, forkvinna í ungdómsdeildini.

Nakrir av leikarunum, sum enn høvdu áhugað eru farnir ávikavist upp í vaksnamannadeildina at venja og aðrir eru farnir niður til U14 fyri at venja.

Felagið vónar sjálvsagt, at tá vit fara inn í komandi kappingár, at felagið hevur eitt U16-lið aftur.

Scroll to Top