Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

U17 landsliðið komið til Norður Írlands

U17 landsliðið komið til Norður Írlands

| 02/04/18

Føroyska U17 landsliðið er í hesum døgum í Norður Írlandi har liðið skal luttaka í menningarkapping. Dystir skulu spælast ímóti Luksemborg, Kosovo og vertstjóðini.

Við á ferðini eru tveir Tvøramenn, annar stendur uttanfyri vøllin og hin fer vónandi at fáa stóran leiklut inni á vøllinum. Talan er um Allan Smedemark, ið er við sum hjálparvenjari og Jens Erik Bruhn, ið spælir við TB/FC Suðuroy/Royn.

Fyrsti dysturin verður um tveir dagar, tá Luksemborg stendur fyri skotum. Ferðalagið verður aftur í Føroyum 9. apríl.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing