Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

U17 menningarkappingin liðug

U17 menningarkappingin liðug

| 08/04/18

Í dag var síðsti dystur á skránni hjá føroyska U17 landsliðnum á menningarleguna í Norður Írlandi. Úrslitini vóru heldur misjøvn har tað frá at einum teprum tapið ímóti Kosovo til ein ordans vals ímóti vertstjóðini.

Á skránni vóru tríggir dystir og byrja var ímóti Luksemborg, har bleiv talan um eitt tepurt tap, tí úrsliti bleiv eitt 1-0 tap móti Luksemborg har tað uttan iva kundi enda øðrvísi, tí eitt nú blivu føroyingarnir snýttir fyri brotsspark í fyrsta hálvleiki. Málið hjá Luksemborg kom í evstu løtu og venjarin Thomas Thingaard sigur við FSF, at hetta als ikki var uppiborið.

Næsti dystur á skránni bleiv leiktur fríggjadagin tá mótstøðuliðið var Kosovo. Hesin dysturin endaði tíverri við einum tapið á 4-0.

Seinasti dysturin bleiv lektur fyrrapartin í dag, tá sjálv vertstjóðin stóð fyri tørni. Dysturin í dag gjørdist tíverri ein avsmurningur á heili 8-2. Hóast endaúrsliti ber brá av einum totalari yvirvág frá Norðurírum, so var byrjanin málrík, tí longu í fyrsta minutti megna Norðurírar at leggja seg framum. Føroyska liðið svarar skjótt aftur og fær útjavnan nærum beinanvegin, men Norðurírar vildu tað øðrvísi og so at siga beinanvegin eftir 1-1 málið skjóta teir aftur mál og so bleiv støðan 2-1.

Jens Erik Bruhn var sum kunnugt við føroyska landsliðnum og bleiv hann millum annað innskiftur í Luksemborg dystinum, ímóti Kosovo byrjaði hann inni og í dagsins dysti var tað uttan spælitíð til unga Trongisvingin.

Hjálparvenjarin hjá føroyska landsliðnum, Allan Smedemark letur væl at hóast allir dystir vóru taptir.

– Hetta hevur verið ein læruríkur túrur. Sjálvt um okkara leikarir eru góðir fótbóltsspælarir, so gongur alt munandi skjótari fyri seg á altjóða støðið, og teir feilir, ið verða gjørdir verða straffaðir beinavegin.

– Men í dystin ímóti Luxemburg vísa okur, at um okur halda avtalurnar, og tora at taka kampin upp við hini liðini kunnu okur gott vera við. Okur fara nú at arbeiða víðari til at fáa eitt betur úrslit til NM á heimavølli í august.

Mynd: FSF.fo

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing