Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Umráðandi dystur við Margáir

Umráðandi dystur við Margáir

| 30/04/15

Sunnudagin verður ein dystur, har mangir TB fjepparir fara at herja á neglirnar, tí talan er veruliga um ein seks stigs dyst. Uttan at siga ov nógv, so mugu vit sanna at serliga eitt av botnliðunum eru raknaði við, talan er um grannarnar fyri sunnan, sum knappliga hava koyrt stig á kontoina.

Vit vóru óheldigir í seinasta dysti, har vit fáa Ivan útvístan í einari støðu har ivin, um hann veruliga var uttanfyri, kanska átti at komið okkara málmanni til góðar. Dómarin tóktiskt tó greiður í sínari søk, so hetta bleiv av ongum og Ivan var sendur av vøllinum.

ÍF vóru trýstir stóran part av dystinum og vit høvdu fleiri møguleikar at fáa vinnandi málið, forloysingin kom tó aldrin.

Sunnudagin verður dysturin við Margáir klokkan 15:00.