Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Undirhaldandi javnleikur

| 20/05/13

Effodeildin: TB 1-1 KÍ

Tað vóru tvey væl uppløgd lið, og við einum góðum fótbóltshugburði, sum brustu saman við Stórá. Eitt fitt lot lá eystur eftir vøllinum, og eins og í 2012, valdi KÍ lotið í ryggin. Dysturin byrjaði við einar eini tøgn í ein minutt sum minni um heiðurslimin Any Dimon, ið andaðist leygarmorgunin.IMG_3637

Liðið hjá TB var stórtsæð tað sama, sum mátti leggja rygg til eitt 3-0 tap í Havnini seinasta vikuskiftið. Eirikur í Famjin tók sær av høgrabakks plássinum hjá Teiti Olsen, sum ikki var tøkur til dystin.

Tað var KÍ, sum byrjaði betur, og hevði ein naskan skallara longu í fyrsta minutti. Men so við og við fór TB at spæla betur, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var tað TB, sum sat á tí mesta. KÍ royndi seg við skjótum og beinleiðis mótálopsfótbólti, men antin vóru avleveringarnar ov óneyvar, ella tók vindurin bóltin út til málspark. Ein má eisini geva áleyparunum hjá TB – Nicky, Aron og Ingason –  eitt sindur av heiðri fyri hetta, tí teir løgdu eitt órógvandi trýst á KÍ verjuna, og hetta hevði við sær, at uppspælið ikki var soleiðis, sum dreingirnir hjá Guðlagsson høvdu ætlað.

So hvørt sum TB yvirtók spælið, kom felagið í onkrar vandastøður, men av tí at álopið og miðvøllurin javnan vunnu bóltin frá KÍ, so væntaði alt ov ofta fólk í 16 metrinum, tá innleggini skuldu koma. Innleggini hjá TB vóru eisini sum heild ikki nóg neyv, tey fóru aloftast aftur um málið hjá Meinhard Joensen, ella fór bólturin avstað við lotinum.

Teir størstu møguleikanir í fyrra hálvleiki fullu til TB. Fyrst trekkir Nicky inn í vøllin úr høgru síðu, og smekkar eitt flatt og skrúðandi skot móti málinum, men KÍ-málverjin, sum spældi væl ídag, hevði eina sera góða bjarging. Løtu seinni er tað sami Nicky, sum leggur eitt hornaspark á aftaru stong, har Babacar skallar bóltin móti málhorninum, men aftur er Meinhard Joensen knappur og verjir væl fyri. Restin av hálvleikinum var javnur, KÍ royndi seg við beinleiðis spæli frameftir, men teir fingu ikki tað heilt stóra úr spælinum. Tað fekk TB heldur ikki, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 0-0.

Høvi var nú hjá áskoðarum at fáa sær ein kaffimunn í nýggju felagshúsinum, sum alment var tikið í nýtslu seinasta leygardag.

TB hevði lotið í ryggin í seinna hálvleiki, av tí sama var meginparturin av spælinum á hálvuni hjá KÍ. Útiliðið royndi seg við mótálopum, og hetta hildnaðist nógv betur í seinna enn í fyrri hálvleiki. Sum oftast runnu teir seg í rangstøðufelluna, men nógvir av rangstøðudómunum vóru teprir, og tað var mestur spurningur um tíð, til KÍ fór at gera sær dælt av hesum. Kombinatiónin millum rutinuna hjá Óla og skjótleikan hjá Babacar virkar til fulnar, tí hesir eginleikar komplimentera hvønn annan væl.

Tá seinni hálvleikur var umleið 10 minuttir gamal, fekk tann æviga ótroyttligi Aron Sørensen ein rennibólt inn um verjuna, hetta bleiv ein ordans nærdyst millum Aron og Meinhard Joensen, um hvør var fyrstur á bóltinum. Aron toyggir seg í hvørjari lykkju, men ólukkutíð fyri hann og TB, fór bólturin beint framvið málinum. Málverjin var so óheppin at blíva smáskaddur í nærdystinum, og sá seg ikki føran fyri at skjóta málspørkini longur. Hesin skaðin tóktist at nerva KÍ nakað, verjuspælið hjá teimum bleiv eitt sindur stirvið, og teir spældu ofta bóltin óneyðugt til innkast.

Løtu eftir hetta, fær KÍ ein líknandi rennibólt, sum tann hjá Aron. Hóast Babacar var staddur langt aftan fyri KÍ-áleyparan, so megnaði hann at órógva so mikið, og bólturin fór til málspark. Ein meinlík støða stingur seg upp eftir hetta. KÍ fara í skjótt mótálop, TB og áskoðarir tess vilja verða við, at tað skal verða rangstøða, men tað leggur KÍ-álopið líkað í, og alt endar við, at Ivan megnar so mikið væl at verja fyri málinum, at annar KÍarin noyðist at spæla bóltin á tvørs, har hin áleyparin, heldur ófantaliga, hevur runnið seg í rangstøðu. TB fekk betur skil á verjupartin eftir hesa hending.

Kanska tann størsta møguleikan í dystinum tilfall útiliðnum. TB fekk ikki bóltin burt í rokanum, og Klettskarð sleppur fram við Ivan, og úr spískum leggur hann bóltin tætt undir TB málið, ein KÍari tveitir seg inn, men nær ikki innlegginum, og bólturin smeyg sær framvið. Hetta var eisini besta løtan hjá KÍ í øllum dystinum. Tá okur komu um 80 minuttamarkið, fær TB fleiri heilt vandamiklar deyðbóltsstøður, innleggini vóru eisini nógv neyvari, og KÍ var ikki heilt álvuligt við støðuna, og TB fekk fleiri vandamikil hornaspørk. TB átti av røttum at lagt seg á odda, tí fyrst stendur Ndende ódekkaður á handaru stong og skallar framvið, síðan er Heini Mortensen, sum kom inn fyri Rógva Joensen, hægstur eftir horna, men bólturin fór beint á KÍ málverjan. TB royndi seg eisini við onkrum langskotum í undanvindinum, men bólturin fór altíð fram við málinum, uttan veruliga at hótta.

Í seinastu løtu av dystinum fer at bragda hjá TB. Ndende verður spældur leysur í vinstra borði, og KÍ verjan er óskettin og fellir senegalesan beint uttan fyri brotsteigin. Heimaáskoðarirnir vildu hava brotsspark, men dómarin metti, at fríspark skuldi verða á brotsteigarmarkinum. Nicky og Babacar kjakaðust um, hvør teirra skuldi skjóta, og tað endaði við, IMG_3793at tann síðst nevndu tók sær av uppgávuni. Hetta gjørdi hann til lítar; lyfti bóltin hegnisliga um múrin, og so støðan var 1-0 til TB. Einherjanir vóru ovurfeginir, og umyrktu ein gamlan Beatlesslagara til heiðurs fyri Babacar.

Av tí at KÍ-málverjin fekk ein skaða, vóru seks minuttir lagdir afturat. KÍ gjørdi alt fyri at javna. Hetta gav úrslit heilt móti dystarenda. TB hevði ov nógv fólk frammi á vøllinum, og KÍ fer í eitt skjótt mótálop, tað endar við, at dómarin dømir eitt heldur løgið fríspark til KÍ. Innleggið er sera gott, og liggur har sum tað skal, fyri at ørkymla TB-verjuna í vindinum, sum var merkisvert passiv í hesi avgerandi løtu. Alt endar við, at bólturin hoppar á stongina í øllum trunkanum og út til Kristoffur Jacobsen, ið skallaði hann í kassan til 1-1. Meira hendi ikki í dystinum. Ragnar Tausen royndi seg útifrá nakrar ferðir, men KÍ verjan var altíð fyri, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, var støðan 1-1.

Sum heild kunnu okur siga, at hvørki av liðunum eru nøgd við at missa tvey stig, men um ein ger alt upp í spæli og møguleikum, so er ein javnleikur allarhelst eitt rættvíst úrslit, men um nakar vinnari skuldi verða, so meti eg at TB var eina takt betur, tí TB hevði meira fótbóltspæl.

Hetta er triði dysturin, har TB missir á stokkinum. Okur mugu læra okkum at halda høvdið kalt og í samfullar 90 minuttir, fyri tann saks skuld 96 minuttir, og ikki lorka tryggar leiðslur burt. Heimasíðan er sum heild nøgd við dystin, tó okur hava ein beiskan smakk í munninum. TB stóð onki aftan fyri KÍ, og okkara leikarar vísa góðan hugburð. Um TB heldur á við slíkum spæli, so eigur Lars Olsen at umhugsa at løna onkrum TBara nakrar venjingar við einum bruttuhópi hjá landsliðnum. Tí okkara leikarar standa onki aftan fyri teir, sum regluliga eru fyrst valdir millum landsins bestu ellivu.

ME

[nggallery id=27]