Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ungdómsdeildin: Nú nærkast til kappingarbyrjan

Ungdómsdeildin: Nú nærkast til kappingarbyrjan

| 27/02/17

Nú nærkast til kappingarnar hjá teimum ungu fara at byrja. Tey fyrstu kappingaryvirlitini fyri yngru deildunum eru nú sendar feløgnum.

U17 gentur luttaka sum felagsliðið SB í ár. Kappingin hjá teimum fer av bakkastokki 11. mars, tá skal SB taka ímóti MB. U17 gentur fara í summarfrí 24. juni og kappingin byrjar aftur 12. august. Kappingin endar 30. september.

U16 drongir luttaka eisini sum SB. Hendan kappingin byrjar 18. mars, tá vitja verður hjá Giza Hoyvík. Summarfrí verður frá 17. juni til 12. august. Kappingin hjá U16 drongjum endar 22. oktober.

Meira verður seinni um hinar deildirnar so hvørt sum tað verður almannakunngjørt frá Fótbóltssamband Føroya.