Ráð til foreldrini

Far við børnunum til dyst
Tað dámar teimum.

Eggja øllum spælarunum undir dystum
Ikki bara tínum barni.

Eggja teimum bæði tá tað gongur væl, og tá tað gongur minni væl
Finst ikki at.

Virð avgerðir dómarans
Royn ikki at ávirka hann.

Síggj dómaran sum ein vegleiðara
Finst ikki at hansara avgerðum.

Eggja tínum barnið at vera við
Noyð tað ikki.

Spyr um dysturin var stuttligur og spennandi
Ikki bara um úrslitið.

Keyp rætta og skilagóða útgerð til barnið
Ger ikki ov nógv av.

Virð tað arbeiðið, felagið ger
Tak lut í m.a. foreldrafundum.

Minst til, at tað er barnið, sum spælir
Ikki tú.

Ungdómsdeildin hjá Tvøroyrar Bóltfelag

Scroll to Top