Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Vælkomin til ungdómsdeildina

ungdoms-mynd

Góði TB spælari v/foreldrum

Vit bjóða tykkum vælkomnum til kappingarárið 2016 í TB saman við okkum.

Vónandi fáa vit eitt spennandi, mennandi, læruríkt og sosialt gevandi ár, har øll royna sítt besta.

Ungdómsdeildin hevur sett sær nøkur mál fyri árið, og vóna vit at røkka hesum. Hesi mál røkka vit ikki einsamøll, og vóna vit tí, at tit, eins og undanfarin ár, eru fús at hjálpa til, tá tørvur er á tí.

Ungdómsdeildin hevur sett sær sum mál:

  • at øll børn skulu hava møguleika at taka lut í fótbólti felagsins.
  • at skapa trivnað bæði fyri børn / ungdóm og venjarar.
  • at skapa neyðugar karmar fyri børn / ungdóm og venjarar.
  • at børnini / ungdómurin skulu læra góðan atburð og vanar, sum verða teimum til gagns bæði í ítróttinum og í gerandisdegnum.
  • at øll børn felagsins skulu mennast fótbóltsliga.

Alt arbeiðið, ið verður gjørt í nevndini í ungdómsdeildini er ólønt, men venjarar fáa eina lítla samsýning fyri sítt arbeiði. Tað, ið vit nýta luttøkugjaldið og aðrar inntøkur til er: útreiðslur til venjarar, ferðir norðureftir til kappingar, bóltar, klæðir og útgerð v.m.

Tiltøk í 2016

  • Í mesta lagi 1 køkutombola fyri hvønn aldursbólk. U8-U10-U12-U14-U16-U17
  • 1 Heimabingo, 1 bunti av seðlum hvør.
  • Fótbóltsskúli / Summer Camp.
  • Hugnaløta fyri børnum/ungum tá kappingarárið er liðugt.
  • Møgulig onnur tiltøk, ið verða fráboðaðið frammamundan.

Í flestu førum er ongin trupulleiki, tá heitt verður á spælarar/foreldur í samband við ymisku tiltøkini, og tað verður tað vónandi heldur ikki í ár.

Sum ungdómur hjá TB kanst tú vænta tær eitt væl skipað kappingarár, har venjarar og nevnd gera sítt allar besta fyri, at øll skulu kenna seg væl í felagsskapinum. Um trupulleikar stinga seg upp gjøgnum árið, verða tit vinarliga biðin um at seta tykkum í samband við venjaran ella ein av limunum í ungdómsdeildini, so vit saman, á ein virðiligan hátt, kunnu loysa trupulleikan, og kunnu hoyra allar partar í einum ivamálið.

Heitt verður inniliga á tykkum øll um ikki at loysa trupulleikar á t.d. Facebook.

Gjøgnum árini er nógv orka nýtt at fáa limagjaldið inn. Í ár er avgjørt at broyta hetta til eitt luttøkugjald, t.v.s. um barnið skal luttaka í venjingum og kappingum, skal luttøkugjaldið verða goldið áðrenn fyrstu kappingina.

Luttøkugjaldið fyri árið 2016, skal gjaldast á konto 6460-1639058 og er upphæddin eins og seinasta ár:

  • 250,- fyri U8 (2008-2009-2010)
  • 400,- fyri U10 (2006-2007)
  • 600,- fyri U12-U14-U16 (2005-2004-2003-2002-2001-2000-1999)

Systkinaavsláttur verður givin, um fleiri børn eru limir í ungdómsdeidlini. Ring ella skriva til Charlottu og tit fáa nærri boð um treytir og upphædd.

Øll foreldur eru vælkomin við til fótbóltsdystir, bæði á heimavølli og tá farið verður norður um fjørðin.

Við ítróttarkvøðu

Ungdómsdeildin Tvøroyrar Bóltfelag 2016