Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ungir leikarar í fokus

| 08/05/13

Sum liður í menningini av ungu leikarunum á Tvøroyri og í Hvalba, hevur TB avgjørt, at høvuðsvenjari felagsins, Hans Fróði Hansen framyvir fer at hjálpa til í venjingunum hjá U16 liðnum hjá TB/Royn. Hans Fróði krevur onga víðari presentatión, tá hann er eitt kent navn innan fótbóltsheimin. Hann hevur drúgvar royndir sum leikari, og hevur sína serligu styrki í persónligari coaching. Hann er sum stoyptur til, at arbeiða við ungum leikarum, og tí vænta vit, at leikararnir fáa tætt við perfektar umstøður at mennast undir.

Eitt lið, tveir venjarar
Hans Fróði, kemur at arbeiða tætt saman við undirritaða, sum hevur tikið sær av liðnum higartil. Og tað verður væntað, at hetta toymisarbeiðið fer at koma leikarunum til góðar. Samstundis mennast vit venjarar eisini, og tí er tað ein sera spennandi tíð fyri framman.
Fyrsta venjing við nýggja toyminum var í kvøld, og tað má sigast, at heilt fitt kom burturúr. Dreingirnir vandu væl, og vístu góðan hugburð. Hetta er eisini nakað vit fara at arbeiða víðari við, komandi tíðina.

Dreingjadeildin er lopfjølin
Dreingjadeildin er seinasta stigið, áðrenn  lopið upp til vaksnamannafótbólt, og tí er tað av størsta týdningi, at dreingirnir venja miðvíst, bæði tekniskt, taktiskt og kroppsligt. Bert á hendan hátt, kunnu teir taka stigið upp millum teir vaksnu. Og hóast miðvísa venjing, so koma tað altíð at vera nakrir, sum ikki náa lopið beinanvegin, men hesir koma tó altíð at hava miðvísu venjingina sum tryggan grundarstein, og tá teir so eru nóg vaksnir og sterkir, fer tað at vera munandi lættari hjá teimum. Men grundarsteinurin má also leggjast, og tí taka vit hesa uppgávu í størsta álvara.

Saman mennast vit best
Vit vóna, at hetta stig fer at økja um áhugan kring liðið, og kring leikararnar í Hvalba og á Tvøroyri, tí hendan tíðin er tann týdningarmesta í fótbólti. Fleiri av leikarunum eru sera sera dugnaligir longu nú, og leggja allir eins nógv fyri, og vit venjarar fara at gera, so skuldi tað undrað okkum stórliga, um ikki fleiri av tykkum, longu í næsta ár, koma uppá tal í fremstu ella næstfremstu deildini í Føroyum.

Drívið á dreingir, vit trúgva uppá tykkum, og trúgva tit, so koma tit langt !!!