Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Unglingar ímponera og fáa sáttmála

| 04/03/13

TB Smápiltar, árgangur 94-95- Frá vinstru: Eirikur Magnusarson, Fróði Bærendsen, Rasmus M. Potts, Margeir Kjærbo og Poul Ingason. Húkandi frá vinstru: Teitur Olsen, Heini M. Mortensen, Patrik Johannesen og Hjalti Vestergaard.

Vit skrivaðu herfyri um unglingin, Rógva Kárason, ið hevði imponera venjaran, og harvið vunnið sær tvey ára sáttmála við TB. Í dag kann felagið, við stórari gleði kunngerða, at tríggir unglingar afturat hava fingið tvey ára sáttmálar, og grundgevingarnar, sum nevndarlimur gav undirritaða fyrr í kvøld vóru sera einfaldar og greiðar. – Dreingirnir hava víst, at teir eru klárir og nóg svangir eftir fótbólti á hægsta støði, umframt at teir hava víst sera góðan arbeiðshug til allar venjingar í vetur, sigur Kim Roest, formaður í Fótbóltsdeildini hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Dreingirnar, talan er um, eru Teitur Olsen, Heini M. Mortensen og Hjalti Vestergaard.

Smæðast ikki burtur
Hóast sín unga aldur, so smæðast hesir unglingar als ikki burtur. Í fleiri umførum ganga hesir ungu stríðsmenn eisini undan, tá eyka tøk skulu takast, og hetta er góðskan, sum ein rættur TB leikari, til alla tíð, eigur at hava. Yngsta ættarliðið av TB leikarum, hevur hetta serliga í sær, og tað er veruliga gleðiligt at síggja teirra dirvi og áræði. Allir eru teir vinnaratypur, so spennandi verður at síggja teir in action.

Kenna væl hvønn annan
Hesir tríggir umrøddu leikarar, umframt Poul Ingason og Eirikur Magnusarson hava altíð spælt á sama liði, og tí er tað sera gleðiligt, at teir yngstu av hesum eisini traðka í karakter, eins og viðleikarar teirra gjøgnum ungdómsrekkjurnar; Poul og Eirikur, undan teimum.

Vit gleðast stórliga við hesum ungu leikarum og familjum teirra, og fara spent at fylgja gongd teirra í vaksnu rekkjunum. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og vóna at framtíð teirra á, og uttanvert vøllinum verður teimum blíð.

Viðmerkingar