Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Uppflytingin er veruleiki

Uppflytingin er veruleiki

| 06/08/14

Hóast kappingin júst er byrja aftur eftir summarsteðgin, so er uppflytingin longu tryggja okkum! Annars hevði høvuðsvenjari okkara, Páll Hagbert, proklamerað at uppflytingin vónandi bleiv tryggja okkum á heimavølli móti B36, men 07 Vestur vildu tað øðrvísi.

07 Vestur hevur leikt í kvøld og endaði við at tapa dystin móti HB vesturi í Vágunum.

Uppflytingin hevur ligið í luftini í langa tíð og ein hevur havt trupult við at ímynda sær, at TB ikki skuldi flyta upp. Nú er tað so veruleiki, at TB verður aftur í Effodeildini í 2015, sum altíð hevur verið okkara mál síðan vit fluttu niður.

Viðmerkingar