Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Upptakt millum TB-KÍ

| 18/05/13

effodeildin

2. hvítusunnudag kl 15 hittast tvey av aldargomlu feløgunum í føroyskum fótbólti inni í Trongisvági.

KÍ spældi sera væl tey fyrstu leikumførini og lógi heilt í oddiunum. Tað hevur ikki gingist so væl í hond hjá teimum í seinastuni, og HB er drigið alt longur og longur frá teimum í FM-stríðnum. Fyri klaksvíksingar og Kíarar, har FM-heitið hava verið gerandiskostur í áratíggju, kann bíðitíðin tykjast sum ein ævinleiki, nú HB, B36 og Eysturoyarliðini hava koppað KÍ av trúnuni hesi seinastu 15 árini. Onki minni enn ein sigur, er eitt krav frá trúføstu viðhaldsfjøldini úr Klaksvík.

Tað er ikki komið ofta fyri, at TB hevur vunnið á KÍ. KÍ er sum aloftast við yvirlutan, men liðini hava eisini spælt nógvar javnleikir. Seinast TB vann móti besta liðnum hjá KÍ, var tá liðini bæði vóru í 1.deild í 2009. TB vann tann dystin á Sevmýru 2-1, Joseph Bassene og Tórur Mortensen skoraðu. Áðrenn hetta, mugu okur leita langt aftur í tíðina til at finna seinasta sigur móti KÍ. Hesin sigur var drigin í land sama árið, tá ið KÍ vann FM í 1991. TB vann 1-0, og Henrik Thomsen skoraði einsamalla málið.

TB og KÍ brustu eisni sama við Djúpumýru á fyrsta leikdegi. TB hevði ein sera góðan fyrra hálvleik, og áttu av røttum at verið á odda 1 ella 2-0, men eitt mistak í TB-verjuni gjørdi, at KÍ fór til hálvleiks við einari 1-0 leiðslu. TB royndi at fara longur fram á vøllin í seinna hálvleiki, men her fingu okur at sanna, at KÍ eru sera dugnaligt í mótálopum og umstillingaspæli, og teir vunnu til endans  3-0.

Tað var eisini vakur mótálopsfótbóltur av KÍ, tá TB fekk sín størsta lúsing í fjør. Hetta var heima við Stórá. KÍ hevði undanvind í fyrra hálvleiki og pressaði TB í botn, men komu sjáldan í vandastøður framman fyri Ivan. Teir fingu bert tað eina málið, og so tá Bárður Dimon javnaði seinna í hálvleikinum, var lagið gott á monnum, tí okur ætlaðu heilt vist at gera okkum dælt av undanvindinum. Men okur fingu sum vátan vøttin framaná, og KÍ útnyttaði til fulnar, at TB var farið longur fram á vøllin og skoraði 5 mál.

TB hevur fingið nógvar rósur eftir dystin í Gundadali. TB royndi at spæla positivan fótbólt, og tey sum vóru og hugdu at, fingu ein frálíkan fótbóltsdyst. Tvær ferðir bjargaði HBarir á strikuni, TB rakti stongina einaferð og kundu fingið eitt brotsspark, men slík verða valla dømd á vestaru hálvu, tá HB spæla.

Óansæð, hvussu nógv fólk rósa og lovprísa álopsfótbólti, so eru tað stigini ið telja. Sum dømi fór 07 Vestur í Gundadal og fekk eitt stig í einum illa spældum dysti. Tað er tó gleðiligt, at TB ikki leggur seg aftur í egnan brotsteig, bert fyri at sparka bóltin burt. Slíka spæliætlan vóru okur vitni til alt ov ofta seinasta kappingarári, og tað er ikki ein gongd leið í fótbólti, ella endar eitt lið bara sum prugelknabe. Ein má onkursvegna eisni tillaga seg eitt sindur til mótstøðuliðið, og ikki bara spæla opportunistiskt og framsøkið, tí hetta kann geva KÍ pláss og umstøður til mótálopsfótbólt. Skuldi tað hepnast TB at vinna móti KÍ, so eru tað bert 3 stig, ið skilja liðini.

Heimasíðan ynskir øllum TBarum, nær sum fjar, ein góðan dyst mánadagin. Einaferð, altíð!

M.E.