Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Upptakt og nakrar hugleiðingar millum TB og ÍF

Upptakt og nakrar hugleiðingar millum TB og ÍF

| 24/04/13

Ein sera spennandi dystur verður við Stórá á sjálvum flaggdegnum. Bæði liðini kunnu verða nøgd við stigini, sum tey hava skavað saman higartil. ÍF liggur einum fjórða plássi, fýra stig aftan fyri HB, við tíggju stigum. TB liggur nummar sjey við seks stigum. Tó skal havast í huga, at ÌF hava leikt 4 heimadystir og tveir útidystir, hjá TB er støðan umvend. Um hetta hevur nakra ávirkan á stigabýtið, skal eg lata verða ósagt her.

tb-if

TB er í einari margháttligari støðu. Ingason fekk sum kunnugt tvey gul kort við Margáir, og hann er stórtsæð, tann einasti áleypari okur hava, og hann verður ikki tøkur.

Greinskrivarin fer her at gera sær nakrar tankar, um teir møguleikanir sum Hans F Hansen og Karl Øster hava tøkar í fráveruni hjá Ingason.

Vanliga hava okur leikt við Ingasoni fremst í oddinum, og Nicky hevur virkað sum eitt bindilið millum miðvøll og álop, hendan skipan hevur tiltíðir riggað heilt væl, serliga í seinastuni.
Í hópinum hava okur fýra leikarar, sum hava leikt sum áleyparar fyri felagið áður. Teir eru Teitur Justinussen, Hanus Mortensen, Aron Sørensen og Dan Mortensen. Hetta er sera merkverdugt, tí hasir tríggir fyrstu, kunnu eisini spæla á bakkinum. Teitur er jú undir umskúling sum vinstri bakkur. Síggja okur burtur frá hasum horrorshowinum hjá Teiti, tá EB/S skorar til 1-0, so hevur hann leikt sera væl.

Taka okur støði í seinasta dysti, so valdi Hans F Hansen, at seta Hanus fram, tá okur vóru aftanfyri. Hetta verður nokk tann fyrsta loysnin, sum TB fer at gera sær dælt av, tí okkara spæl er eitt sindur kropsliga tengt. Aron kann eisini brúkast í hesari støðuni.

Eg vænti, at tann sum byrjar verður tann, hvørs formur er betur á flaggdegnum. Dan, hóast sum gamal málrevur, útiloki eg úr líkningini. Hann egnar seg ikki sum áleypari longur (no hard feelings), men heldur sum vongur.

Hugsast kann eisini, at Teitur fer fram, hann er ein framúr bóltspælari, og fer ivaleyst at spæla væl saman við Nicky. Hóast Teitur er klæntrasligur á vøkstri, so dugir hann sanniliga brúka kropstyrkina hjá sær kreativt. Verjan hjá ÍF, burtursæð frá Bartal Eliasen, er ikki so stór á vøkstri, so Teitur fer avgjørt at hava ein fínan dyst har frammi. Okur sóðu t.d. í dystinum millum Bayern og Barca, hvussu nógv rástyrki hevur at siga í fótbólti

Allur hesin vísdómur verður líkagildigur, tá dysturin byrjar, tí okur mugu kempa sum úlvur á skóg fyri hvørjum bólti, og brúka okur eitt sindur av snildi og frekleika, so skal tað nokk ganga.

Heimasíðan vil hervið ynskja øllum, nær sum fjar, ein góðan dyst.
Einaferð, altíð

ME