Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Upptakt til NSÍ – TB

| 31/05/13

effodeildinTB skal undir eina sera trupla uppgávu sunnudagin, tá felagið skal inn á Skálafjørðin at spæla móti NSÍ. NSÍ byrjaði, eins og TB, kappingarárið við tveimum ósigrum, men síðan tá hava liðini fylgst eitt sindur á stigatalvuni. NSÍ hava tó havt munin og liggja við 16 stigum, 2 stig framman fyri TB. Liðini bæði hittust við Stórá á 3.leikdegi, tann dysturin endaði 0-0. Okur í TB kunnu verða fegnast um hetta úrslitið, tí NSÍ hevði fleiri stórar málmøguleikar, og teir vóru eisini spælstýrandi stórar partar av dystinum. Liðini møttust eisini í steypakappingini, her vann NSÍ 2-0 í einum linligum dysti, har TB als ikki smæddist burtur, og felagið skaptið onkrar fínar møguleikar. Tað vóru greið framstig at hóma, frá dystinum við Stórá og so til steypadystin.

Tann einasti útisigurin hjá TB, síðan tað kom í Effo-deildina í 2012, var í Runavík seinasta kappingarár. Leikandi venjarin, Milan Kuljic, tók sakina í egnar hendur, og skoraði einsamalla málið, og tryggjaði TB trý sera týðningarmikil stig. TB hevur sum heild staðið seg hampuligt á útivølli. Tey flestu tapini hava verið tepur, og nógvir javnleikir eru eisini komnir í hús. Enn væntar tó, at okur fara at vinna onkrar dystir. Útivøllurin hevur altíð verið ein trupuleiki hjá okkum, serliga tá ein liggur og berjist i botninum, so gerst útgangsstøðið til slíkar dystir eitt sindur stirvið og afturhaldandi, ein roynir ofta at verja borg og binda um heilan fingur.

Tá TB spælir skjótan, góðan og fysiskan álopsfótbólt, so standa okur ikki aftanfyri nakran í deildini, tað er avgjørt ein leistur, ið TB skal halda fast í. Hetta eru ikki bert orð frá heimasíðuni, tí okur hava øll verið vitni til, at hetta er veruleiki í verki.

Tað er ongin loyna, at runavíksingar eru óvanliga sterkir heima við Løkin. Teir hava nú í eini 10 ár verið eitt av teimum sterkaru feløgunum í Føroyum. Abraham Løkin (áður Hansen) er venjari hjá teimum, og okur sum minnast hann frá fyrstu EM – undankappingini hjá Landsliðnum, minnast ein leikara, hvørs eginleiki var, at spæla bóltin niðri á jørðini og at halda høvdið kalt í pressaðum støðum. Tað tykist, at Abraham tekur sín fótbóltshugburð, ið hann hevði sum leikari, og roynir at inna hann í verki í NSÍ. Teir spæla rímuligan góðan fótbólt við at halda bóltin á niðri á vøllinum, og formkurvan hjá teimum peikar eisini uppeftir av tí sama. Hetta sæst millum annað aftur, tí at tveir NSÍarar eru úttiknir til landsliðið.

Martin, her undir dystinum móti 07 Vestur, hevur leikbann til dystin sunnudagin.

Martin, her undir dystinum móti 07 Vestur, hevur leikbann til dystin sunnudagin.

Hjá okkum er støðan tann, at sera vælleikandi Martin Tausen er uttanfyri við leikbanni. Hetta fer at geva pláss fyri einum nýggjum leikara, sum uttan iva er svangur eftir spælitíð. Hugsast kann, at Heini Mortensen fær ein møguleika frá byrjan. Hans F Hansen hevur áður víst, at leiðin ikki er ov long hjá ungum leikarum í byrjunaruppstillingina. Unglingarnir á bonkinum hava eisini víst okkum, at teir eru góðir jokarir at skifta inn á tey pláss, har tørvur er á nýggjum kreftum.

Okur á heimasíðuni ynskja øllum ein góðan dyst sunnudagin, og okur vóna eisini, at nógvir TBarar verða at síggja, og ikki minst hoyrast, í Runavík.

Einaferð TB! Altíð TB!

Viðmerkingar