Upptakt til TB – HB

effodeildinÍ morgin sunnudagin skal Effoliðið hjá TB aftur í eldin, har aldursforsetin heima tekur móti oddaliðnum HB.

HB kemur til Stórá við 4 sigrum á rað og á einum greiðum oddasessi, so hýrurin er uttan iva góður hjá havnamonnum. TB hinvegin eru uttan sigur seinastu 6 dystirnir og hava sum kunnugt júst skift venjara. Hvør nýggi venjarin verður er enn ógreitt, men alt hetta skal skúgvast til viks, tí nú snýr tað seg bert um eitt ting og tað er at fáa stig burturúr dystinum í morgin.

Ongin ivi er um at HB er stórfavorittur á pappírinum, men fótbóltsdystir skulu tó avgerast á vøllinum og á vøllinum kann alt henda. Um TB vísa rætta hugburðin og raka dagin, so kunnu teir vinna eitthvørt lið í Føroyum. Prógv um hetta sást seinast HB var á vitjan við Stórá, tá ið TB blásti havnamenn av vøllinum og vunnu ein sera sannførandi 4-2 sigur.

Leikararnir hjá TB kunnu ei heldur vera nøgdir við teirra avrik ímóti Víkingi í seinasta dyst, har serliga fyrri hálvleikur helst skal gloymast sum skjótast. Í morgin skal sláast rimmarfast at talan bert var um ein ”off-day” og at TB bæði duga og kunna spæla betri enn higartil er víst. Man plagar eisini at siga at onki er vandamiklari enn eitt sært djór.

Sum skilst er enn góður hýrur í TB hópinum, hóast AB væl og virðiliga hava lagt trýst á TB nú. Bæði leikarir og viðhaldsfólk vita fullvæl at tað eru stórar avbjóðingar ið bíða fyri framman, men onkursvegna er tað eisini sum oftast júst tá, at TB trívast best.

Av tí sama kann man gott rokna við at fyribils venjarin Bill McLeod Jacobsen sendir eitt topptendrað lið á vøllin í morgin, har allir sum ein eru klárir frá fyrsta bríksli av. Væntandi eru Einherjar eisini klárir til ein tættan og spennandi dyst, har TB vónandi fáa 3 tiltrongd stig.

Góða eydnu og góðan dyst!

NSR

Scroll to Top