Úti av steypakappingini

Mánadagin var fjórðingsfinala í steypakappingini ímóti Skála. Talan bleiv um ein dyst, ið skjótt skal gloymast aftur, okur høvdu als ikki tak á skálamonnum, sum greitt vunnu.

Dysturin endaði 5-1 og var at kalla longu avgjørdur í fyrsta hálvleiki. Omaná fekk Aron Sørensen reytt kort eftir tvey gul og er harvið leikbannaður. Sum eina troyst, so skoraði Stefan eitt vakurt mál, men sum ikki var annað enn ein parantes í hesum dystinum.

Hetta er farið og nú er bert Betri Deildin av hugsavnaða seg um.

Scroll to Top