Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Væleydnaður fótbóltsskúli

Væleydnaður fótbóltsskúli

| 17/08/18

So gjørdist fótbóltsskúlin liðugur fyri í ár. Byrjað var sunnudagin, og ikki færri enn 160 børn hava luttikið í ár! Hettar er sostatt størsti fótbóltsskúlin, ið okur enn hava skipað fyri.

Hvørt ár royna okur at fáa onkran spennandi útlendskan venjara at skipa fyri. Í ár høvdu okur fingið tveir danir frá Joga Bonito Academy sum høvuðsvenjarar. Joga Bonito merkir “tað vakra spælið” á portugisiskum, og av tí sama var tað serliga teknikkur, fintur og driblingar, ið teir høvdu fokus á. Leikararnir lærdu hópin av smartum fintum og driblingum, og vónandi síggjast tær aftur, nú tá kappingarnar fara í gongd aftur. Joga Bonito-fýrarnir vóru eisini sera glaðir fyri at hava verið við til fótbóltsskúlan, og søgdu teir, at hetta eisini hevði verið eitt fantastiskt upplivilsi fyri teir.

Ahmad El-Ali frá Joga Bonito Academy

 

Eisini høvdu okur fingið venjarar frá FSF á fótbóltsskúlan í ár. Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, og Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari hjá monnum, vóru á skúlanum mána- og týsdagin, og høvdu teir nakrar sera spennandi venjingar saman við børnunum. Deiligt at síggja, at FSF er ein viðleikari, tá okur skipa fyri einum slíkum tiltaki, og spennandi hjá børnunum, at landsliðsvenjarir koma at venja tey.

Pætur Clementsen frá FSF

 

Ikki minst, so vóru okra egnu dugnaligu venjarir við á fótbóltsskúlanum. 20 lokalir venjarir vóru við til fótbóltsskúlan, og okur ivast ikki í, at eisini teir hava fingið nýggjan íblástur til dagligu venjingarnar.

Sum nakað nýtt í ár, so var fótbóltsskúlin longdur við ein degi. Fyrr hevur hann verið tríggjar dagar, men í ár valdu okur at longja við einum degi, og hesin fjórði dagurin varð brúktur til kappingar og dystir burturav.

Í ár skipaðu okur eisini fyri tiltøkum fyri børnini uttanfyri sjálvan fótbóltsskúlan. Týskvøldið varð skipað fyri barnadiskoteki, har kendi tónleikarin Pól Arni Holm var DJ. Eisini vóru ymisk spøl, og skipað varð eisini fyri einari fótbóltskviss. Uttanfyri høvdu okur gjørt ein ‘mega borðfótbóltsvøll’, umframt at børnini spældu á FIFA-vøllinum. Nógv børn vóru til tiltakið týskvøldið, og tað var sera stuttligt at síggja tey hugna sær saman eisini uttanfyri vøllin.

Hugnakvøld

 

Í ár var eisini møguligt hjá luttakarum norðanfjørðs at gista í Trongisvágs skúla. Hetta sást eisini aftur í luttakaratalinum. Gott og væl 40 børn aðrastaðni frá luttóku á fótbóltsskúlanum í ár.

Fótbóltsskúlin endaði tórsdagin í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla, har luttakararnir fingu handað luttøkuprógv, heiðurstekin og ein fótbólt. Og sjálvandi var kaffi, køkur og annað gott at fáa hjá luttakarunum og øllum teimum mongu, ið vóru komin til handanina.

At skipa fyri einum slíkum fótbóltsskúla krevur nógv, og vilja okur takka øllum teimum, sum hava givið eina hond – bæði á og uttanfyri vøllin. Uttan hesa hjálp og vælvild frá øllum bar ikki til at skipa fyri einum slíkum fótbóltsskúla.

Hetta sjálvbodna arbeiðið má á ongan hátt undirmetast, og er tað sjálvur grundarsteinurin fyri eitt felag sum TB.

Eisini vilja okur takka Tvøroyrar Kommunu og høvuðsstuðlunum hjá fótbóltsskúlanum í ár, BankNordik, MTV Byggivirkið og Varðanum Pelagic.

Okur gleða okum longu at síggja øll aftur á fótbóltsskúlanum 2019!

Ungdómsdeildin í TB

Myndir frá fótbóltsskúlanum

Fleiri myndir síggjast á Facebook-síðuni hjá Fótbóltsskúlanum um hetta leinkið.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing