Vælkomin til nýggju TB síðuna

Tvøroyrar Bóltfelag hevur leikt seg so flúgvandi upp í bestu deildina í føroyskum fótbólti, tíverri hevur heimasíðan seinastu 2-3 mánaðirnar ikki verið í somu støðu. Hon bleiv rakt ein av einum óhappi, møguligum feilið við onkrum av modulunum, ið vóru nýtt at skapa síðuna við, sum hevur sent spam út. Hetta viðførdi, at veitarin lat síðuna aftur og tað hevur verið eitt toyggi stríð at fáa samband við veitaran.

Sambandi hevur verið so mikið ringt at fáa í lag, at vit fyri tveimum viku síðani mettu, at tað ikki fór at bera til at fáa fatur í gomlu greinunum.

Skjótt vendist í summum førum, ein teldupostur kom frá veitaranum og vit fingu okkara gomlu greinar aftur.

Niðurtíðin fyri gomlu síðuna hevur viðført, at vit hava ment eina nýggja heimasíðu. Leisturin verður áleið hin sami, nú bara vónandi við einum betri sniðið og funkum, ið koma tykkum til góðar.

Gomlu greinirnar

Gomlu tíðindastubbarnir eru fingnir við á hesa nýggju síðuna, men tað kunnu vera ymiskir trupulleikar við greinunum, eitt nú tykist tað sum um, at myndirnar ikki riggað eins og tær gjørdu áður – teksturin er tó við.

Vónandi taka tit væl móti nýggju síðuni.

Scroll to Top