Vágaliðið tómhent norður um Suðuroyarfjørð

Effodeildin: TB 2-0 07 Vestur

Líkindini til fótbólt vóru góð, tá TB og 07Vestur skuldu spæla lykladystin í botninum. Áðrenn dagsins dyst lá TB 4 stig framman fyri 07Vestur, tí var tað av alstórum týdningi, at bæði liðini máttu leggja nógv fyri, soleiðis at tey ikki taptu.

IMG_2204

Dysturin byrjaði heldur rótut. Bæðið liðini tóktust fjálturstungin at byrja við, og leikararnir skiftust um at missa bóltin á miðjum vølli. Men so við og við, fekk TB takið á dystinum, og okkara leikarar komu í fleiri vandastøður um brotsteigarmarkið. TB dugdi væl at útnytta tómrúmið millum keturnar hjá 07 Vestur, og spælið skifti frá síðu til síðu, meðan vágamenninir runnu aftaná. Hetta var við til at skapa fyrsta møguleikan, tá einir 5 minuttir vóru leiktir. TB spældi væl saman í høgru síðu, og Rógvi Joensen leggur eitt sera gott innlegg beint á pannuna á Ingason, men skallarin var heldur veikur, og onki spurdist burturúr.

Tað gjørdi tað nakrar fáar minuttir seinni. Ndende brúkar hugflogið og drívur frá miðvøllinum hjá 07 Vestur, spælir bóltin til Ingason, sum leggur hann av, og Ndende hevur tíð og pláss, at snúra bóltin í málhornið til 1-0. Málið bleiv feirað við, at leikararnir løgdu seg niður framman fyrir nýggja skýlið og gjørdu eitt TB-merkið í vøllin. Hetta var sera undirhaldandi.

IMG_2329

Eftir hetta misti TB eitt sindur av momentum, og 07 Vestur fekk meira spæl, men teir vóru fullkomuliga vandaleysir. Tað mundi tó enda galið, tá Babacar spældi bóltin ov spakuliga aftur til Ivan, men 07 vesturleikarin misti bóltin til málspark, eftir hann vann taklingina móti málverjanum hjá TB.

TB var sum heild nógv vandamiklari. Teir høvdu hópin av góðum støðum, til at gera tað til bæði tvey og trý null, men teir tóktust ikki nóg avgjørdir í neyðugu løtunum, og valdu heldur at spæla bóltin, enn at royna seg útifrá. TB domineraði allan fyrra hálvleik sum hann var, og tað var meira enn fult uppiborið, at okur fóru til hálvleiks við einari eitt máls leiðslu.

IMG_2349

Seinni hálvleikur minnti nógv um tann fyrra. TB sat á tí mesta, og teir komu til onkrar hálvar kjansir. Tað hekk onki saman hjá 07 Vestur, tá teir høvdu møguleikar, at fara fram, so mistu teir býttisliga bóltin burt, ella fingu Dan, Martin, Ndende, Óli og Babacar pilkað bóltin frá teimum.

Tað var Dan Mortensen, sum kom inn miðskeiðis í fyrra hálvleiki fyri ein smásjúkan Rógva Joensen, ið fekk ein lyklaleiklut, tá spælt var í ein tíma. Hann skapti sær hegnisliga gott pláss í høgru síðu við at trekkja inn í vøllin, síðan legði hann eitt framúrskarandi innlegg í brotsteigin, har Ingason var hægstur og stútaði bóltin í kassan. 2-0 til TB.

IMG_2550

Onkur vil verða við, at ein 2-0 leiðsla er tann farligasta í fótbólti. Hetta vóru okur vitni til eina løtu. Heldur enn at spæla ágangandi og brúka allan vøllin væl, so byrjaði TB at spæla eitt sindur non chalant. Tað bleiv ov nógv hæl og tá, og markeringarnar sviku eisini á miðjuni.

IMG_2565

Okur kunnu bara takka 07 Vestur fyri, at teir ikki megnaðu at gagnýta væntandi spæligleðina hjá TB. Tí teir runnu seg í heilum í óneyðugar rangstøður, og mistu bóltin alt ov lættliga. Teir blivu bert vandamilklir ta einu ferðina, men skotið hjá Camara var alt ov vánaligt, og Ivan gjørdi sína skyldu á strikuni. Tíðin fór nú alvorliga at arbeiða fyri TB. 07 Vestur vóru vandaleysir, og tá dómarin bríkslaði dystin av klokkan 16:55, hevði TB vunnið sær trý týdningarmikil stig, og samstundis yvirhálaði okkara felag B36  á stigatalvuni.

Næsta vikuskiftið skal TB inn til Runavíkar. Hetta verður uttan Martin Tausen, sum tíðanverri er leikbannaður til dystin.

M.E.

Myndir

Jan Smedemark hevði myndatólið við sær í dag og tók nakrar myndir. Umframt tær sum eru í hesari greinini síggjast fleiri á Flickr umvegis hesa leinkjuna.

Atkvøðugreiðsla

Dagsins leikari móti 07 Vestur kann veljast niðanfyri ella til høgru.

[poll id=”6″]

Scroll to Top