Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Vangamyndin: Martin Midjord

Vangamyndin: Martin Midjord

| 06/06/14

Vit fara nú undir at gera “vangamyndir ” av leikarum okkara og fyrstur er afturvendi Martin Midjord.

Martin hevur havt eina “pausu” frá besta liðnum, ið hann debuteraði fyri í 2011. Hyggja vit at vangamyndini hjá honum á Faroesoccer, so sæst at hann spældi 9 dystir í 2011 og skoraði so ikki tað árið. Higartil í ár hevur Martin, sambært Faroesoccer, spælt 8 dystir og skorað 4 mál. Sera flott!

Navn: Martin Midjord

Aldur: 20 ár
Bústaður: Tvøroyri
Byrjaði at spæla við TB:  Haldi eg var uml 6 ár tá eg byrjaði at spæla við TB.
Debut á besta liðnum hjá TB:  – 2011 fekk eg debut á besta liðnum

Tú hevur verið burtur eina tíð, men er so byrjaður aftur, Hvussu er at byrja aftur og hvat fekk teg at byrja aftur? Tað er deiligt at byrja aftur, eg veit ikki orduliga hvat tað var sum fekk meg at byrja aftur. Eg segði nokk við meg sjálvan at nú er nokk við hesum rukkulívinum og tað er tíð at byrja at spæla aftur.

Tit liggja á einum sera tryggum fyrsta plássi, hvat metir tú tað er, ið ger at tit hava verið so suverenir higartil í ár? Eg veit ik heilt hvat tað er, sum hevur gjørt at vit hava verið so suverenir í ár. Tað er nokk tí at menn hava kempað alt teir hava, hvønn dyst, og trúð uppá tað.
Hvussu eru menn fyri í hópinum?  Menn eru væl fyri í hópinum.

Metir tú TB fer at “halda allan vegin” og vinna 1. deild? Ja , TB fer heilt sikkurt at halda allan vegin, og vinna 1.deild

Gevur ein tílík sigursrøð tær blóð uppá tonnina til at halda fram og kanska royna kreftir við Effo-deildina komandi ár, skuldi tað eydnast TB at flutt upp?  Ja, nú gevist eg ikki aftur við fótbóltinum.
Metir tú liðið er búgvið til Effo-deildina, ella skal tað styrkjast við fleiri leikarum?  Ja liðið er fínt, men kanska man má fáa styrk til næsta ár – tá er tað nógv hægri støði vit spæla á.
Altjóða fótbóltsfyrimynd? Veit ik hvør mín altjóða fótbóltsfyrimynd er, tað er nokk Ronaldo.
Hvørjum útlendskum felag heldur tú við?  Manchester United.
Stuttligasti persónur í skiftirúminum?  Tað eru fleiri stuttligir perónar í skiftirúminum, eg veit ikki heilt hvønn eg skal velja, hehe.
Vangamyndin hjá Martin á Faroesoccer: http://www.faroesoccer.com/player.php?PlayerName=M&gender=&_=&playerID=5648
Flotta málið, ið Martin skoraði í fyrsta heimadystinum síðan 2011, fyri beta liðið: http://www.tb.fo/2014/05/30/martin-midjord-byrjadur-aftur-vid-maner/
Vit takka Martin fyri svarini og ynskja honum alt tað besta á- og uttanfyri vøllinum.

Myndina eigur Jens Rói Sørensen.