Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Venjarar hjá ungdómsliðunum

Venjarar hjá ungdómsliðunum

| 11/02/18

Nú byrjar at stundast til at øll ungdómsliðini hjá okkum fara út at venja aftur við Stórá. Onkur av liðunum eru longu byrjaði. U15 og U17 dreingir hava koyrt uttanduravenjingar síðani ársbyrjan. Eisini hava U11, U13 dreingir og U15 gentir hava havt nakrar venjingar við Stórá eisini, umframt onkran innanhýsis venjingardyst.

Arbeitt hevur verið at fáa venjarar til øll okkara lið, og hevur hetta arbeiði gingið væl í ár. Tað hevur verið eitt ynski hjá okkum at fáa so nógv fólk, sum gjørligt inn at hjálpa til við venjingum og annað rundan um felagnum. Hetta sær út til at eydnast væl í ár.

At tað eru fleiri um tað, ger eisini at tað verður lættari at kunna taka sær av venjingunum, tí ein verður ikki eins bundin, um ein stóð sjálvur við øll børnini. Og ikki minst so vil tað vera við til at hækka støði á venjingunum tá fleiri eru at hjálpa til, tí tá hevur hvør venjari ikki eins nógvar leikarar at koma runt til.

At okur í ár hava sett ein høvuðsungdómsvenjara á fullatíð, kemur eisini at vera ein stór hjálp hjá hinum venjarunum.

Annars so hava FSF broytt kappingarleistin eitt sindur í ár, so at liðini fara frá at eita U8, U10 osv til at eita U9, U11 osv. So tey børnini, ið leiktu á lið saman í fjør, fara aftur at leika saman í ár.

Venjararnir fyri 2018 eru í løtuni hesir:

Høvuðsungdómsvenjari: John Petersen

U7 dreingir og gentur
Dion Petersen, Mourits Mohr Viderø, Allan Smedemark, Poul Eli Bærendsen, Steen Hjartan Sørensen, Bárður Dimon og Søren Hjarbæk Jensen

U9 dreingir
Karl Øster, Jens Christian Joensen og Niels Hammer

U9 gentur
Elisabeth Hammerfoss

U11 dreingir
Dion Petersen, Eyðstein Jacobsen, Søren Hjarbæk Jensen og Steen Hjartan Sørensen

U11 gentur
Anna Maria úr Hørg Niclasen og Majbritt úr Hørg

U13 dreingir
Palli Eystiberg, Niels Hammer, Steen Hjartan Sørensen og Jón Johannesen

U13 gentur
Allan Smedemark og Eyðstein Jacobsen

U15 dreingir
Dánial Pauli Davidsen, Teitur Rasmussen og Einar Petersen

U15 gentur
Martin Bogi Einarsson og Allan Smedemark

U17 dreingir
Jakob Skaaning

U18 gentur/2.deild kvinnur
Páll Augustinussen

Servenjingar
Jón Johannesen, Óli Johannesen og Gullok Svalbard

Málmansvenjing
Boas Nitschke

Okur ynskja, sum sagt, at fáa so nógv sum gjørligt at hjálpa til við venjingum, og øðrum, so um tað er onkur, ið kundi hugsa sær at hjálpt til, so eru tykur vælkomin at seta tykkum í samband við formannin í ungdómsdeildini Allan Smedemark, tlf 291695.

Í næstum kemur yvirlit út við venjingartíðunum, og nær ymsu liðini byrja at venja úti.