Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Venjaraskeið í 2017

Venjaraskeið í 2017

| On 20, Dec 2016

Við hesum víðarigeva vit eina røð av tíðindaskrivum frá Fótbóltssamband Føroya í samband við venjaraskeið, ið verður fyriskipaði í 2017.

Yvirlit:

  • B1 venjaraskeið
  • B2 venjaraskeið
  • B4 venjaraskeið / B próvtøka
  • Impulsskeið í ítróttarsálarfrøði

B1 venjaraskeið

Ætlanin er at hava fýra B1 skeið í januar 2017. Skeiðini eru hesi:
13-15. januar í Tórshavn
13-15. januar í Klaksvík
27-29. januar á Toftum
27-29. januar í Vági

B1 skeiðið er tilsamans 20 tímar og er fríggjadag klokkan 18-20:30, leygardag klokkan 8:30-20 og sunnudag klokkan 8:30-17.

Eitt skeið eru treytað av nóg góðari undirtøku. Er tørvur á fleiri skeiðum vegna góða undirtøku, er helst eisini møguleiki fyri tí.

Endamál/innihald: B1 er 20 tímar, og er byrjanarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum.

Men B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, eitt nú við venjing av yngri børnum.

Evni, sum verða viðgjørd á B1-skeiðunum, eru m.a.:

  • Fótbóltur, foreldur og felag
  • Leikarin/barnið
  • Venjing og dystur
  • Venjarin/ungdómsleiðarin
  • Fyrsta hjálp og fótbóltsskaðar
  • Etikkur og virðisgrundarlag

Tað er ongin próvtøka, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

Tey, sum hava tikið B1 skeið og eru 18 ár, hava rætt til at søkja luttøku á B2 skeiðunum, sum eru lýst at vera í februar 2017 (3-5 & 10-12 februar í Tórshavn og 10-12 & 17-19 februar í Leirvík).

Upptøkutreytir: Luttakarin skal vera 15 ár ella eldri.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er 1.000 krónur. – Konufólk rinda tó ikki luttøkugjald.

Tilmelding: Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingin skal gerast umvegis elektronisku tilmeldingarskipanina hjá FSF. Far inn á www.FSF.fo , undir “Nethandil”.

Umráðandi er við røttum upplýsingum um luttakaran: navn, føðidato, kyn, teldupost og tlf.

Tilmeldingarfreistin er úti mikudagin 4. januar 2017.

Meira fæst at vita um skeiðini við at venda sær til Petur á teldupostadressuni petur@fsf.fo ella á tlf. 291977.

B2 venjaraskeið

Ætlanin er at hava tvey B2 skeið í februar 2017. Skeiðini eru hesi:

  • 3-5 & 10-12. februar í Tórshavn
  • 10-12 & 17-19. februar í Leirvík

B2 skeiðið er tilsamans 50 tímar og er fríggjadag klokkan 16-21, leygardag klokkan 8:30-20 og sunnudag klokkan 8:30-17.

Eitt skeið er treytað av nóg góðari undirtøku.

Endamál/innihald: B2 er framhald av B1 skeiðinum

Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.

Evni, sum verða viðgjørd á skeiðinum, eru m.a.:

  • Teknisk venjing
  • Likamlig venjing
  • Leiðsla
  • Læruhættir/metoda
  • Málmansvenjing

Tað er ongin próvtøka, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

Tey, sum hava tikið B2 skeið, hava rætt til at søkja upptøku á B3 skeiðið, sum verður í november 2017.

Upptøkutreytir: Luttakari skal hava tikið B1 skeiðið og vera 18 ár ella eldri.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er kr. 3.000 kr. – Konufólk rinda tó ikki luttøkugjald!

Tilmelding: Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingin skal gerast umvegis elektronisku tilmeldingarskipanina hjá FSF. Far inn á www.FSF.fo , undir “Nethandil”.

Umráðandi er við røttum upplýsingum um luttakaran: navn, føðidato, kyn, teldupost og tlf.

Tilmeldingarfreistin er úti mikudagin 25. januar 2017 týsdagin 31. januar.

Meira fæst at vita um skeiðini við at venda sær til Petur á teldupostadressuni petur@fsf.fo ella á tlf. 291977.

B4 venjaraskeið / B próvtøku

Fótbóltssamband Føroya skipar fyri B4-venjaraskeiði í mars-juni 2017. Skeiðið er eisini skipað soleiðis, at B-próvtøkan er partur av skeiðinum.

Byrjað verður mánadagin 13. mars kl 17:00 í Gamla FSF-húsinum. Hildið verður fram 3. apríl, 24. apríl, 22. mai og 19. juni. Tilsamans fimm samlingar á uml 4 tímar – tann meira ástøðiligi parturin.

Harumframt eru 4 vitjanir úti í felagnum hjá einstaka luttakaranum, har venjing og persónlig vegleiðing er á skránni – tann meira praktiski parturin.

B-próvtøkan verður nú partur av B4 venjaraskeiðinum. Tað merkir, at vitjan 4 (í viku 18-20) samstundis eisini verður próvtøka í praktiskari venjing. Próvtøkan í ástøðiliga partinum verður í viku 21-24.

Upptøkutreytir: Rætt at søkja upptøku hava tey, sum hava tikið B3 skeiðið ella sonevnda R-skeiðið.

Luttøkan er eisini treytað av, at viðkomandi er venjari hjá hóskandi liði. Vinarliga viðmerkið venjaraleiklutin (venjari ella hjálparvenjari) og hvat lið talan er um, tá meldað verður til.

Fótbóltssamband Føroya skilar sær rætt til at velja millum luttakararnar.

Tilmelding: Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina.

Tilmeldingin skal gerast umvegis elektronisku tilmeldingarskipanina hjá FSF. Far inn á www.FSF.fo, undir “Nethandil”. http://www.atgongumerki.fo/fsf/. Umráðandi er við røttum upplýsingum um luttakaran: navn, føðidato, kyn, teldupost og tlf.

Luttøkugjaldið fyri B4/B-próvtøkuna er kr. 3.500. Konufólk rinda tó ikki luttøkugjald!

Tilmeldingarfreistin er úti mikudagin 1. mars 2015.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen á teldupostadressuni petur@fsf.fo ella tlf. 291977.

Impulsskeið í ítróttarsálarfrøði

Endamál og innihald: Ítróttarálarfrøði er í dag eitt stórt og sjálvstøðugt átaksøki, sum er grundað á bæði gransking og siðvenju. Ítróttarsálarfrøðin vendir sær fyri tað mesta til trý átaksøki:

  • Einstaklingin. Á hesum stigi verður dentur lagdur á at hjálpa einstaka leikaranum. Oftast er fokus á at byggja upp mentalu styrkina, treystið og lívsførsluna.
  • Toymið/liðið. Á hesum stigi snýr tað seg um mátan at vera saman sum eitt toymið/lið. Dentur verður lagdur á samskifti og samstarv. Málið er at skapa toymi, sum virka og standa saman um at avrika.
  • Felagsskapin. Á hesum stigi ræður um felagsskapin. Oftast verður dentur lagdur á venjaran sum leiðara, gott umhvørvi og at avmarka strongd í felagsskapinum.

Á skeiðinum verður eitt nú komið inn á:

  • Úrvalsleikarar og ung talent undir trýsti. T.d. um mentala styrki, og tað at avrika undir trýsti.
  • Menningarumhvørvið fyri ungar leikarar við talenti. Eitt nú um “Eitt gott talentumhvørvi”, “Ítróttarsálarfrøði í mun til aldur” og “Mentan & siðvenja – sambandið millum vinnaramentan og vinnarahugburð.”

Stað: FSF-húsið & Tórsvøllur.

Tíð: Fríggjadagin 20. januar kl 17-21 og leygardagin 21. januar kl 9-17

Málbólkur: Venjarar við A-prógvi. Telur 10 impulstímar

Luttøkugjald: 800 kr.

Tilmelding: Freistin at melda til skeiðið er úti mikudagin 11. januar 2017.

Áhugað tekna seg sjálvi ella kunnu venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina.

Tilmeldingin skal gerast umvegis elektronisku tilmeldingarskipanina hjá FSF á www.FSF.fo -> “Nethandil”. Leinkið er: http://www.atgongumerki.fo/fsf/. Umráðandi er við røttum upplýsingum um navn, føðidato, kyn, teldupost og tlf.

Frágreiðing: Skeiðið er partur av A-venjaraútbúgvingini 2016-17/Mental venjing. Tað er tí bert pláss fyri uml 20 tilmeldingum umframt luttakararnar á A-útbúgvingini.

Instuktørur: Kristoffer Henriksen, ítróttarsálarfrøðingur.