Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Venjingardystur á Eiðinum

| 02/02/13

Vøllurin í Havn varð mettur til at vera hættisligur at spæla á. Vónandi verður vøllurin í Vági klárur í morgin (Mynd: google.com)

Í morgin er ætlanin, at FC Suðuroy og TB skulu fara at dystast í venjingardysti vesturi á Eiðinum í Vági. FC Suðuroy spælur í ár í 1. Deild, so tað verður væntandi ikki tað sterkasta TB liðið, sum fer á vøllin í morgin. Hvussu verður og ikki, so verður tað í øllum førum spennandi at síggja, hvussu hópurin er fyri, í hesum okkara fyrsta venjingardysti í ár. Dysturin byrjar kl. 13:30

Ætlanin var, at Effodeildarliðið hjá TB skuldi spæla sín fyrsta venjingardyst í Havn í dag, men hesin dysturin bleiv avlýstur vegna ov nógv frost á vøllinum. So tað kann hugsast, at onkur av marginalleikarunum á Effodeildarhópinum sleppa at dystast í Vági í morgin.