Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Venjingardystur móti FC Suðuroy

Venjingardystur móti FC Suðuroy

| 02/02/16

TB – FC Suðuroy við Stórá komandi leygardag kl. 13:00.

Sum liður í fyrireikingunum til komandi kappingarár, hava grannafeløgini TB og FC Suðuroy gjørt av at leika ein venjingardyst leygardagin 6. februar kl. 13:00.

TB leikar sum kunnugt í bestu deildini, meðan grannarnir noyddist ta tungu leiðina niður í næstbestu deildina í fjørð. Hóast liðini leika í ymiskum deildum, so er lítið at ivast í, at intensiteturin verður í topp, eins og hann altíð er tá liðini hittast.

Dysturin byrjar kl. 13:00 og eru øll hjartaliga vælkomin at fylgja við dystargongdini. Kioskin verður opin og er okkurt TB-plagg tit mangla, ið kioskin hevur á goymslu, so er upplagt at fáa tað til høldar nú, áðrenn kappingarbyrjan.

Einaferð TB – altíð TB!