Verjan hjá TB tekur skap

Fríggjadagin skrivaði Tvøroyrar Bóltfelag undir sáttmála við tveir leikarar, ið seinastu árini hava víst sítt virði fyri liðið.

Talan er um stinnu verjuleikararnir Dánjal Godtfred og Eirikur M. Ellendersen. Eirikur er 25 ára gamal og spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá TB, heilt afturi í 2011. Eirikur kom aftur til TB, eftir eina stutta vitjan í 07 Vestur. Hann hevur spælt 210 dystir fyri besta liðið hja TB, íroknað tey tvey árini, ið felagslið var í oynni.

Dánjal Godtfred er 23 ára gamal og hevði sín fyrsta dyst við Stórá í 2017, fyri táverandi felagsliðið. Dánjal byrjaði sína fótbóltsleið í FC Suðuroy, har hann hevur leikt 102 dystir fyri besta liðið. Fyri TB hevur Dánjal leikt 81 dystir, íroknað árini við felagsliðnum.

Tvøroyrar Bóltfelag fegnast yvir at hava fingið undirskriftina frá Dánjali og Eiriki og ynskir teimum bestu eydnu í komandi ári!

Scroll to Top