Vest Pack og NJM stuðla

Tvøroyrar Bóltfelag kann kunngera tveir av stuðlunum, ið felagið hevur gjørt samstarvsavtalu við í ár. Talan er um lokala N. J. Mortensen og Vest Pack. Bæði eru feløg, ið eru og hava verið ein týðandi partur av føroyska samfelagnum.

N. J. Mortensen, lokala fyritøkan, ið øll í Suðuroynni kenna eigur millum annað bygningarnar har Toystovan, Bónus, Effo og annað húsast og stendur fyri rakstrinum av bensinstøðini hjá Effo á Tvøroyri. Eisini er N. J. Mortensen partur av havnarlagnum, ið hevur tryggjað Tvøroyri eitt hitt størsta vinnuliga virksemi í langa tíð.

N. J. Mortensen A/S bleiv stovnað í 1911 av Niels Juel Mortensen. Í dag er tað langabbasonur Niels Juel, Gudmund Mortensen, ið er stjóri í fyritøkuni. Sostatt er talan um eina fyritøku, ið í ár hevur heili 106 ár á bakið.

Høvuðs virkisøki hjá Vest Pack, er plast- og etikett framleiðsla. Seinnu árini hevur Vest Pack eisini verið heildarveitari av pakkitilfari og tí sum fylgir í kjalarvørrinum av tí – tvs at veittar verða eisini vørur sum ikki eru partur av sjálvari framleiðsluni, so sum pappeskjur, blokkumsløg, pakkimaskinur og so framvegis.

Vest Pack er eisini ein av teimum føroysku fyritøkunum handan “Keyp Føroyskt”-átakinum.

Scroll to Top