Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Vestur vit fara

Vestur vit fara

| 11/09/13

Tað vóru ikki mong ið góvu 07 Vestur ein møguleika í bestu deildini áðrenn kappingarbyrjan. Flestu av vísmonnunum hava fingið rætt í teirra spádómum, tí vágaliðið liggur langt aftast, og útlitini fyri at røkka røttu megin niðurflytingarstrikuna eru døpur. Tá tað er sagt, so hava teir bitið frá sær onkuntíð, og TB er als ikki í einari støðu til at undirmeta nakran. Seinast tá TB og 07 Vestur hittust var í næsta leikumfarið, tá fekk TB ein 4-1 lúsing. Hetta var lakasta avrikið hjá felagnum higartil í kappingini. Søgan má ikki endurtaka seg!

Miðspurturin í Effodeildini hevur verið skelkandi vánaligur. TB hevur spælt sera illa, venjingarstøðan tóktist vánalig, har vóru ongar innanhýsis avtalur at hóma, og TB skapti ei heldur nakrar veruligar málkjansir.

Eftir at Páll Guðlaugson kom til rórðið, er hýrurin í leguni batnaður. Hann hevur fingið ordan og lýdni í tingini, og sigurin í Klaksvík kom sum ein kærkomin og uppiborin gáva úr himli. TB vann eftir hart arbeiði á øllum plássum, har krúnan á verkinum, var Arthur D Poulsen í álopinum. Hetta er ein spælistílur sum hóskar okkum sera væl. TB er eitt lið, ið eigur at kempa til seinasta blóðsdropa, ella fara okur ikki at vinna nakrar dystir.

Uppgávan sunnudagin verður alt annað enn løtt. TB hevur 2 stig upp til KÍ og 3 stig upp til AB. Tað verður eitt av hesum trimum, sum fara at fylgja vágamonnum niður í 1.deild, tí er dysturin sunnudagin ein “must win” hjá TB. Bæði leikarar og viðhaldsfólk hava fingið trúnna á, at tað fer at lata seg gera.

Tað eru mangir leikir í longum talvi, og dysturin sunnudagin er ein teirra. Dysturin móti TB er absolut seinasta útkall hjá 07 Vestur, í vónini um at verða í deildini, tí kunnu okur rokna við einum dysti, har liðini ikki fara at bakka ein tumma. Bæði liðini fara allarhelst at leggja nógv fyri, til at vinna innanhýsis nærdystirnar.

Í skrivandi løtu hava Einherjar ítøkjuligar ætlanir um, at fara við bussi at hyggja eftir dystinum. Meira kunning verður á heimasíðuni um hetta seinni. Ein kann eisni kunna seg um tiltakið á Facebook-bólkinum hjá TB. Um ein ikki hevur møguleika, at leita sær vestur, so fer Niels Petersen fer væntandi at útvarpa dystin. Ein leinkja fer at liggja á heimasíðuni beint áðrenn dystarbyrjan.

Góðan dyst øll somul.
Einaferð, altíð!

M.E.

Viðmerkingar