Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

VFF kapping í vikuskiftinum

VFF kapping í vikuskiftinum

| 09/02/16

Venjarafelag Føroya skipar fyri kapping í vikuskiftinum millum níggju lið úr Effodeildini, millum hesi verður TB.

Vit vera umboðaði í Bólki A saman við AB og NSÍ.

Tíðindaskrivi frá Venjarafelag Føroya kann lesast niðanfyri.

Lutakast til kappingarnar fór fram í Rása rúminum hjá RÁS 2 og var tað sonur formannin í venjarafelagnum Frankie Jensen, Aron sum tók lut, og hansara hepna hond elvdi til eitt spennandi bólkabýtið.

Hvør dystur í kappingini er 30 minuttir. Bólka vinnarinir og besti tveyarin fara víðari til hálvfinalurnar, sum eins og innleiðandi er ein dystur á 30 min, bólka vinnarar leika móti 2 úr einum øðrum bólki. Stendur á jøvnum millum 2´arar í fleiri bólkum er tað liðið, sum hevur besta úrslit móti einum bólka vinnara sum fer víðari, stendur á jøvnum millum 2´arar, er tað samlaða málúrtøkan sum telur, stendur framvegis á jøvnum, er tað flest skoraði mál sum telur. Stendur framvegis á jøvnum verður besti 2´arin funnin við lutakast.

Vinnarinir av báðum hálvfinalunum sum verða leiktar á ovara og niðara vølli bresta saman í finaluni, sum verður leikt á Tórsvølli. HB hevur ikki bara luttikið í øllum undanfarnu finalunum. Mest vinnandi felagið í landinum, hevur vunnið kappingin øll trý undanfarnu árini, so tað verður spennandi at síggja, um tað er nakar sum kann koppa “nýggja” unga HB liðinum í ár.

Í bólki A, sum verður avgreiddur á ovara vølli verða AB, NSÍ og TB. Fyrsti dysturin klokkan 14.00 verður millum AB og NSÍ. Eftir hetta spæla AB og TB (kl. 14.45), og seinasti dysturin í bólkinum verður millum NSÍ og TB (kl.15.30)

Í bólki B, sum verður avgreiddur á niðara vølli verða ÍF, B36 og Víkingur. ÍF og B36 spæla klokkan 14.00. Eftir hetta spæla ÍF og Víkingur grannauppgerð (kl. 14.45), og seinasti dysturin í bólkinum verður millum tveir biðlar til FM heitið, B36 og Víkingur (kl.15.30)

Í bólki C, sum verður avgreiddur á Tórsvølli verða HB, KÍ og Skála. HB og KÍ – klassikarin í føroyskum fótbólti – verður klokkan 14.00. Eftir hetta spæla HB og Skála (kl.14.45), og seinasti dysturin í bólkinum verður millum KÍ og Skála (kl.15.30)

Hálvfinalurnar verða leiktar kl. 16.15 og sjálv finalan verður á Tórsvølli kl. 17.00. Steypahandan verður beint eftir dystin.

Stutt yvirlit

Kl. 14.00. 1 umfar.

Kl. 14.45. 2 umfar.

Kl. 15.30. 3 umfar. (seinasta innleiðandi)

Kl. 16.15. Hálvfinalur

Kl. 17.00. Finala

Kl. 17.35.  Steypahandan á Tórsvølli.