Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Við U-8 dreingjunum í Streymnesi

Við U-8 dreingjunum í Streymnesi

| 16/06/14

Leygardagin 14.  juni var U-8 várkapping á skránni á Streymnesi. Vit vóru við í ferðalagnum leygarmorgun við Smyrli, meðan onkur var farin norður dagin fyri.

At byrja við vóru, av ymsum orsøkum,  bara fýra dreingir, men at enda vóru 7 dreingir, so vit høvdu nakrar útskiftarar eisini. Jón Tórður Holm var við sum venjari og eru vit sum foreldur, sera glað fyri at felagið fær borið so í bandi, at ein venjari/leiðari er við dreingjunum tá farið verður av oynni. Kappingin byrjaði kl. 13 og dreingirnir ið vóru við vóru: Rókur, Bogi, Erik, Torkil, Josva, Alex og Markus.

Fyrsti dystur var ímóti HB b og dreingirnir fóru glaðbeintir á vøllin. HEsin fyrsti dystur var merktur av at dreingirnir líka skuldu finna útav hvørjum øðrum haldi eg. Konsentratiónin var ikki í topp, men dysturin kundi farið báðar vegir. Eftir at HB var á odda 2-0 fekk Markus minkað um munin til 1-2, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Seinni dystur var móti HB a og nú vóru dreingirnir ordiliga klárir. Bogi Christiansen skoraði fyrsta málið og Alex tað seinna, í hesum dystinum, ið endaði 2-1 til TB.

Heimaliðið EB/Streymur B stóð fyri tørni í triðja dystinum og var hetta nokk tað liðið, ið var frægast hendan dagin. Dysturin endaði 4-2 til EB/S og vóru tað Markus og Alex, ið skoraðu málini fyri TB.

Fjórði dysturin var móti EB/Streymi A. Hendan dystin átti TB allan sum hann var, men eydnan var ikki við okkara spælarum. Bogi skoraði til 1-0 rættuliga tíðliga í dystinum. EB/S svaraði aftur við einum sera hepnum máli til 1-1 og tað, ið var eftir av dystinum høvdu okkara dreingir eitt hav av møguleikum, ið teir tíverri ikki megnaðu at umseta til mál. Dysturin endaði 1-1.

Fimti dysturin var móti B36 B og her var ongin slingur í valsinum. Havnardreingir vórðu flongdir av 4-0 við tveimum málum frá Bog og tveimum frá Torkil.

Sætti dysturin var tað so B36 A, ið stóð fyri tørni. Hesir fingu sama umgang og her var Bogi ordiliga í essinum, tí hann skoraði trý tey fyrstu málini – sera flott! Torkil tók sær av seinasta málinum.

Sjeyndi dysturin var móti HB C, ið undan hesum dysti hevði vunnið 4 dystir og spælt ein javnan. Hesin dysturin gjørdist tann mest spennandi, tí liðini vóru rættuliga jøvn. TÓ – okkara drógu tað longsta stráðið, tí Torkil megnaði at avgera dystin við einum fínum máli til endaligu støðuna 1-0 til TB.

Sostatt megnaði dreingirnir 4 sigrar, ein javnleik og tveir ósigrar í Várkappingini í Streymnesi. Eitt flott avrik og dreingirnir eiga rós fyri ein góðan innsats og ein góðan moral. Har var onki fjas og grenj, teir fóru til uppgávuna við fullum hjarta.

 

TB hevur eisini havt tvey U-8 lið til kapping í Vági og hava teir eisini fingið frálík úrslit. Tíverri kann undirritaði einans vera eitt stað í senn og tí fái eg ikki skrivað nakað um hetta. Um onkur annar hevur hug til tað, so eru tit vælkomin at senda eina grein inn, so fáa vit hana við.

DSC_1376

DSC_1367

DSC_1373

Myndir: Bjarni Nygaard

Viðmerkingar