Víkingur á vitjan

Í 71 min. megnaði TB at halda tætt móti B36, tað var trunkaspæl í 16 metriunum, sum útloysti heimasigurin. Við 10 monnum í 45min er tað trupult hjá øllum í Gundadali. Hesar óneyðugu ónollurnar fara at koma okkum aftur um brekku, halda okkara menn fram við hesum.

Triðji heimadysturin í ár verður móti Víkingi, sum eftir eina treka byrjan hevur fingið flogið. Eftir fýra javnleikir hava teir vunnið móti FC Suðuroy og EB/Streymi. Tað er onki at ivast í, at teir ætla sær 3 stig móti TB, soleiðis at NSÍ, HB og B36 ikki fara ov langt frá teimum í fyrsta triðinginum av kappingini. Víkingur liggur rímiliga væl til TB. Liðini hava nøkurlunda sama spælistíl, og um TB skal vænta sær fong móti Víkingi, so skal tað verða á heimavølli. TB hevur fyrr vunnið og spælt javnt móti teimum við Stórá, so tað er ikki óhugsandi, at okur kunnu leggja ein fót fyri Víking í FM-stríðnum, men so krevur tað lýdni, og allar óstórsligar og ófatlaligar gerðir á vøllinum skulu sáldast burt, okur hava ikki ráð til reyð kort og leikbann.

Góðan dyst

Scroll to Top