Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Yvirlivingin tryggjað og seinasti dystur í ár

Yvirlivingin tryggjað og seinasti dystur í ár

| 29/09/15

Hóast mong møguliga høvdu væntað sær ein sigur í dystinum í vikuskiftinum, so vildu EB/Streymur tað øðrvísi. Talan bleiv um ein 2-2 javnleik.

Vit komu á odda 2-0 við málum frá Eiriki og Jonas, EB/Streymur megnaði at fáa javna áðrenn hálvleiki og bleiv hetta eisini endastøðan tá dysturin varð bríkslaður av fyri seinastu ferð.

Við hesum úrslitinum so er tað nú matematiskt ógjørligt hjá FC Suðuroy at røkka okkum og har við verða TB eisini at síggja í Effodeildini í 2016!

Sum úrslitini lagaði seg í vikuskiftinum er tó onki heilt avgjørt í botninum, grannarnir fyri sunnan hava enn møguleika at røkka argjamonnum.

Okkara endaliga støðan kann vera frá sætta plássinum niður á áttanda pláss alt eftir hvussu úrslitini lagað seg. Vit hava seinasta dyst heima leygardagin við Stórá, tá kemur Víkingur á vitjan. Dysturin verður leiktur klokkan 14:00.

Víkingur hevur enn møguleika at røkka øðrum plássinum, men eru annars tryggjaðir eitt 3. pláss.

Vónandi møta nógv upp til seinasta dyst í Effodeildini 2015!

Einaferð TB, altíð TB!