0-0 ímóti ÍF

Leygardagin fingu vit vitjan av ÍF, sum hava fingið eina fína byrjan, serliga í mun til í fjør. Hinvegin so hava vit enn okkara fyrsta sigur til góðar, tí dysturin endaði 0-0.

Dysturin sum heild var heldur óskipaður, men verður hugt eftir hagtølunum frá dystinum, so var tað TB, sum hevði flestu møguleikarnir.

Í alt hevði TB fimm royndir á mál, meðan ÍF hevði tvær. TB hevði fimm størri møguleikar í mun til tann eina hjá ÍF.

Men endin var at onki mál kom og stigini vóru eitt til hvønn partin.

Sum hini úrslitini annars lagaðu seg hetta umfarið, so eru vit nú farnir eitt stig upp og liggja á 9. plássið við sjey stig upp til EB/Streym.

Næsti dystur er ímóti botnliðnum, Skála, á útivølli. Hann verður longu ónskvøldið kl. 18:00.

Mynd: Mariann Mikkjalsdóttir.

Scroll to Top