HB var ov stórur biti hjá TB

1. deild: HB 3-1 TB

Líkindini til fótbólt vóru alt annað enn góð í Gundadali hendan leygardagin. Tað var sera illfýsið, og eitt fitt lot lá eisini norður eftir vøllinum. Liðið hjá TB var eitt sindur broytt síðan seinasta leikumfari. Bjarni á Hólalagi stóð millum annað í málinum fyri Predrag Markovic og Hans F. Hansen mannaði miðverjuna saman við Jón Tórði Holm. Benjamin Petersen var á høgra bakki og Petur Mortensen var á tí vinstra. Í høgra borði byrjaði TB við Hjalta Vestergaard, og Allan Smedemark tók sær av vinstra borði. Carl Bech, Heini Mortensen og superveteranurin Einar Petersen mannaðu miðjuna í einum sokallaðum diamanti, meðan Chris Craib tók sær einsamallur av álopspartinum. Ólavur Sigurheim, Símun Nielsen og Michael Bertholdsen sótu á bonkinum.

HB brúkti valdi, eins og TB, at brúka onkrar leikarar úr Effo-hópinum, og hesir vístu seg at gera rættuliga stóran mun.
Undirritaði sá ikki allan fyrra hálvleik, men sum eg skilji á mínum heimildarmanni, so er ikki nógv at skriva heim um. HB sat á meginpartinum á øllum spælinum, og TB-liðið kom valla fram um miðvøllin. Verjan við Jón Tórði og Hans Fróða á odda, megnaði at halda HB frá heilt vandamiklum atsóknum, men júst sum dómarin skuldi bríksla fyri hálvleiki, endaði bólturin í TB-málinum. HB-spæla seg væl ígjøgnum okkara høgru verjusíðu, og vongurin leggur eitt sera farligt og flatt innlegg innfyri málið. Har var Hans F. Hansen so óheppin at beina bóltin í egið mál. Ein kann ikki lasta høvuðsvenjaranum fyri hetta. Sjálvmál av hesum slag, eru sera ofta at síggja, og næstan vónleys at fyribyrgja. Eitt innlegg kemur, TBarin roynir at tveita seg fyri at verja, soleiðia at ein HBari sum stendur beint aftanfyri, ikki skal seta innsíðuna á, men bólturin endar tíðanverri í netinum.

Seinni hálvleikur var ikki meira enn komin ígongd, tá lá bólturin aftur í TB-málinum. Skjótt eitt-tvey spæl upploysti TB-verjuna, og ein HBari fekk ein fríleypara og skoraði síðan. Markeringarnar vóru alt ov leysar hesa løtuna
Skamma stund eftir 2-0 málið, var støðan 3-0 og dysturin var mestur avgjørdur. Hetta málið er bestemt ikki nakað, sum hóvar greinskrivarinum. Málverjin hjá HB setir spælið skjótt ígongd, og gúppar bóltin fram í okkara høgru síðu. TBarirnir gera alt ov lítið fyri at fyribyrgja hesum, og eitt yvirlapp og ein løtt avlevering á tvørs gera, at TB eru aftanfyri 3-0.

Nú væntaðu tey fáu, sum høvdu leita sær oman í Gundadal eitt lítið skrædl. Men TB bant um heilan fingur, og fór at verja betur. Álopsspæli hjá okkum væntar enn eitt sindur av neyvleika, og vónandi fara menn at menna samanspæli fram eftir vøllinum. Dystargongdin var enn tann sama, HB hevði bóltin og TB-verjan lokkaði HB í rangstøðu nakrar ferðir.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki koma Ólavur og Símin inn fyri Chris og Allan. HB skifti eisini sínar Effo-leikarar út, og dysturin dovnaði nakað. Størsta møguleikan fekk Carl Bech, tá hann við vandamiklum frísparki sendi bóltin yvir mál, eftir at Ólavur, sum tók eitt av sínum tiltiknu skundálopum, bleiv niðurjaraður. Sami Ólavur hevði eisini ein fót í TB-málinum, stutt áðrenn dystarlok. Hann kempaði seg inn í 16 meturin, málmaðurin hálvgun slær/sparkar bóltin á beinið á honum, og bólturin endar fyri føturnar á Hjalta, ið hevur lætt við at skora, úr stuttari fjarstøðu.

Samanumtikið kunnu okur siga, at innsatsurin var í lakara lagi, men HB hevur harafturímóti eitt krútsterkt lið. TB manglaði eisini onkran stuðulsleikara, hetta skal tó ikki verða nøkur umbering. TB skal nokk fáa fleiri stig á heimavølli, tað er onki at ivast í, tað eru nógvir dystir enn at leika.

Til endans kann eg til stuttleikar nevna, at tveir gamlir kenningar blivu innskiftir fyri HB. Hetta vóru Bárður Mittelstein og Jóhan Ejvind Mouritsen. Bárður leikti fyri TB í 2007 og Jóhan Ejvind í 2008, tá ið Krzysztof Popczynski var venjari á Sevmýru.

ME

Scroll to Top