Leygardagin er sum kunnugt 13. mai og tað merkir, at Tvøroyrar Bóltfelag gerst 125 ára gamalt. Dagurin verður hildin á Seglloftinum klokkan 10:00, tá borðreitt verður við morgunmati.
Um kvøldið verður rimmar dansur í Tvøroyrar Klubba. Hans Jacob og Vinmenn spæla upp til eitt ordans dansikvøld, við einari ørgrynnu av góðum dansitónleiki.
Innkomni ágóðin fer til arbeiðið hjá nýggja felagsliðnum í oynni, TB/FC Suðuroy/Royn og er tað okkara vón, at fólk taka væl ímóti tiltakinum og møta upp.
Nú bygdastevna er í Hvalba og eingin dansur er har, so hava vit fingið gjørt tað soleiðis, at bussur koyrir frá Royn-høllini kl 23:30 og til dansin á Tvøroyri. Bussurin er ÓKEYPIS, men fólk mugu sjálvi finna útav at koma heimaftur. Arbeitt verður eisini við at fáa busskoyring úr Vági – hetta venda vit aftur til.
Dansurin byrjar kl. 24:00 og endar uml. kl. 04:00.
Vit hava fingið ótrúliga góðan stuðul, og vilja vit nýta høvið at takka Tvøroyrar Klubba og busskoyringini v. Arnbjørn í Smiðjuni, fyri vælvild.
Kostnaður til dansin er 150,-
Øll eru hjartaliga vælkomin á Seglloftið um morgunin og seinni aftur í Klubbanum!