1952 – so nær við at gerast FM-vinnarar

Av og á er hugaligt at líta aftur í søgubøkurnar, hetta var serliga uppi, tá heimasíðan Tíðarrit (Tidarrit.fo) var nýggj. Vit hava verið eitt legg aftur í tíðina, tá ikki serliga nógv lið vóru at kappast um gullkrónurnar.

Í 1952 vóru fimm lið í bestu føroyski deildini; B36, HB, KÍ, TB og VB. Hyggur ein inn á FaroeSoccer, so stendur TB sum nr 1, men tíverri er endaligi sannleikin ein annars, KÍ gjørdist FM-vinnari hetta árið. Árið fyri vann TB sannførandi, men frá 1952 og tey næstu árini var tað KÍ, sum var omaná og vunnu trý ár á rað.

Eftir nútíðar uppgerð av stigatalvuni er tað eisini rætt sum FaroeSoccer skrivar, men í 1952 var uppgjørt á annan hátt. Nevniliga var málkvotientur brúktur, sum tað bleiv nevnt í bløðunum tá. Eitt annað orð er mál-deildtal.

Endaliga støðan í 1952

NrLiðDVJTVMTMMál +/-StigMál-deildtalÍ desimalum
1870121615143 1/23,50
2TB870124717143 3/73,43
3HB83051017-7610/170,59
4VB8125721-1441/30,33
5B368026314-1123/140,21

Mál-deildtali sum var brúkt at rokna út hvør endaði, sum FM-vinnari er soljóðandi: Mál-deildtal = Mál vunnin / Mál ímóti. Altso við øðrum orðum, hvussu nógvar ferðir fleiri mál eitt lið hevur skotið í mun til, hvussu nógv eru latin inn.

Í 1952 var tað sera tætt, tí sum sæst, so hevðiTB skotið 24 mál og latið 7 inn t.e. eitt mál-deildtal á 3 3/7 (3,43). KÍ hinvegin hevði skotið 21 mál og latið 6 mál inn, sum gevur eit mál-deildtal á 3 1/2 (3,5).

Tað sum er áhugavert er, at um TB hevði gjørt eitt mál meira í ein av átta dystunum, so fór gulli til Tvøroyrar.

Dagblaðið 19. august 1952

Toppskjútti í 1952 gjørdist ein ávísur Mervyn Dimon sum skjeyt seks mál.

Annars vóru sjálvsagt tvær grannauppgerðir í Suðuroynni og báðir dystir endaðu við TB sigri, tann fyrri ein 2-0 sigur í Vági og heima vundu vit burturúr vágbingum heili 6-0.

Í 1952 vóru átta dystir leiktir og givin vóru tvey stig fyri sigur og eitt fyri javnleik.

Sí annars TB-hópin í 1952 við at fylgja hetta leinkið til FaroeSoccer.

Myndin er tilvildarliga eftirgjørd.

Keldur
Tidarrit.fo (Dagblaðið 19/8/1952)
Faroesoccer.com

Scroll to Top