3. deild vann uttan at spæla

3. deild: TB 3-0 Víkingur c “uttan dyst”

Ruðuleiki í 3.deild: Hetta er ikki eitt nýtt fyribrygdi, fyri okkum sum búgva og íðka ítrótt sunnanfjørðs. Tað at dystir, og onnur ítróttartiltøk mugu avlýsast, tí at norðingar ikki hætta sær suður.

Støðan í bólki F var áðrenn dagsin var tann, at TB hevði 8 stig, Skála og Undrið høvdu 4 og Víkingur c lá aftast við trimum stigum. Áðrenn næstseinasta leikumfar, høvdu øll liðini ein góðan møguleika at koma víðari. Hóast okur liggja á odda, so vóru okur enn ikki fullvísir í, at koma í finalubólkin.

Víkingur c hevði mannað sær eitt lið við 11 leikarum, og vóru komnir suður frggjakvøldið til eitt langt vikuskiftið, sum skuldi kulminera í einum braki við Stórá sunnudagin, í einum dysti millum bestu lið felagsins. Men tá tað skuldi koma til skarpsskeringar, so vóru onkrir leikarar hjá Víkingi farnir norðuraftur, tá Smyril legði frá Krambatanga leygarmorgunin. Hvør orðsøkin er til tess, vita okur ikki fyri vist, og okur lata tað eisini verða ósagt . Tað er tó altíð harmuligt, at vinna fótbóltsdystir á papírinum; dysturin verður vunnin 3-0.

Tað gleðiliga er, at TB hevur tryggjað sær fyrstaplássið í bólkinum, nú seinasta leikumfarið er eftir. Okur enda í einum finalubólki, har átta tey fremstu liðini í hinum bólkunum fara at luttaka.

Um lesarin vil vita meira um støðuna í 3.deild, kann hann vitja heimasíðuna hjá FSF, og undir slóðini kappingar og úrslit, kann ein fylgja leiðbeiningini.

ME

Scroll to Top