3. deild: 07 Vestur 6-3 TB
Triðbesta liðið hjá TB var í dag í Sandavági og leikti dyst móti 07 Vestur.
Úrslitið gjørdist, at heimaliði vann 6-3, eftir at hava verið frammanfyri heili 4-0 í hálvleikinum.
Dysturin var annars rættiliga javnur, og hevði hepni verið við okkara monnum, kundi TB sagtans fingið stig við sær suðuraftur.
Málini hjá TB skutu Chris (brotsspark), Kai og Fríði.
Viðmerkjast skal, at 3 av málunum 07 Vestur fekk, vóru sjálvsama vøkur og vælútførd.
Á myndini vænta Hanus Stórhamar, Hanus Tummasarson, Bjarni Kjærbæk, Rógvi Kárason og Jónas Bech . Myndamaður er Vagnur Nolsøe