Nummar 1 og nummar 2 í 1.deild brustu saman í Gundadali ídag. Fótbóltslíkindini kundu ikki verði betur, og eini 40 TB-viðhaldsfólk sótu og hugdu eftir dystinum í bygdaskýlinum.
Ragnar Tausen var smáskaddur á bonkinum og Martin Midjord var einsamallur framherji. Aron, Teitur og Arthur stuðlaðu honu í offensiva partinum. Hetta vísti seg at verða klókt, tí teir eru sterkir sum nykurin, og fyrstu løtuna hevði B36 stórar trupuleikar. Ferð eftir ferð kom TB aftur á baklinjuna og skapti óteljandi vandastøður. Av røttum átti TB at verið á odda 2-0 eftir einum korteri, men okkara leikarar vóru alt ov óneyvir fyrstu løtuna.
TB kom á odda miðskeiðis i hálvleikinum. Málið var ein sonn gáva frá B36. TB liggur langt afturi og B36 spælir bóltin aftur og fram í verjuni. Teir leggja bóltin aftur til málverjan, men ólukkutíð so fer bólturin undir fótuin á honum og beint í netið. 1-0 til TB. Ein rættuliga komisk støða.
Eftir hetta koyrdi TB maskinan á B36. Álopini skolaðu á B36 hálvuna. Heini og Rógvi vóru fyrstir á øllum bóltunum á miðvøllinum, og áskoðarirnir tevjaðu blóð.
TB fekk ein gyltan møguleika, tá hálvur tími var leiktur. Fínt 1-2 kombinnatiónsspæl í høgru síðu ger, at Rógvi gerst púra leysur í brotsteiginum; beint áðrenn hann skal skjóta, verður hann feldur og dómarin dømir brotsspark. Hóast B36arin var aftasti maður, so gav dómarin honum ikki reytt kort. Løgið. Teitur Justinussen var settur at skjóta, men ólukkutíð var skjotið ov veikt og málverjin bjargaði.
Eftir hetta misti TB eitt sindur av flognum, álopini vóru ov hálvhjartað, men leiðslan var undir kontrol allatíðina. B36 fingu onkrar óneyðugar deyðbóltstøður, men lítil vandi var á ferð. Hálvleikur og 1-0 til TB.
TB byrjaði seinna hálvleik serstakliga illa. Miðvøllurin var ikki at hóma, og Aron, Artur og Martin reikaðu runt í ongamannalandi við høvdinum undir arminum. Okur tóktust eitt sindur frustreðarir av hesum. B36 fekk einar tveir fínar møguleikar, men Ivan vísti málmansspæl í heimsflokki og vardi fyri. Sum hálvleikurin leið, setti TB eitt sindur meira av tempo og fysiskari rástyrki í spælið. Okur komu ofta á baklinjuna og fingu fleiri fínar kjansir. B36-leikarirnir vardu við øllum teir attu, teir brúktu enntá armanir at sláa bóltin frá Arthur, men ongin floyta var at hóma.
Mitt í øllum rokanum fær Heini Mikal eitt illsinnisherindi, og trumlar í einum einmansheri av miðvøllunum og kempar seg innar í brotsteigin, hann verður taklaður í skotstøðuni, og bólturin hoppar til Teit Justinussen, ið rullar hann í positión og snúrar hann í kassan. Eitt flott mal má sigast. 2-0 til TB og at var undir kontrol.
Óli Johannesen, sum yngist á hvørjum degi, var ov non-chalant ta einu løtuna, at hann misti bóltin í tryggari verjustøðu og ein B36ari fekk ein gyltan møguleika at skora. Men Ivan er í toppformi og steðgaði álopsroyndini. Hetta var tað einasta B36 hevði, og TB setti seg fullkomuliga á alt. Mønustingurin kom 5 minuttir áðrenn leiklok. Carl, ið bleiv skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, vísir gott yvirblikk og sendir ein flottan diagonal í tómrúmið til Aron, sum var ísakaldur og plaseraði bóltin flott í kassan. 3-0 til TB og B36 vildi bert hava dystin ferdigan.
Sum heild má sigast, at TB spæld sera væl ídag. Tað var bert ein keðilig perioda í seinna hálvleiki, har tað ikki var nóg væl skipað. Teitur, Aron, Martin og Arthur hóttu støðugt B36-verjuna og Rógvi og Heini vóru sera raskir at vinna leysu bóltanar aftur. Verjuspælið var feilfrítt, burtursæð frá brølaranum hjá Óla. Okur hava enn fult stigatal og fótbóltslagið er í topp.
Skrivað hevur Mortan Enni
Vit takka fyri undirhaldandi frásøgnina!