Leikaratátturin: Ragnar Tausen

Vit taka ein leikara afturat, eftir sum tað er vikuskifti.
Leikarin hesuferð er porkeningur, men við úttalilsunum frá honum, so sær út til at hann er follin væl til bæði í felagnum og býnum.
Leikarin er Ragnar Tausen.
Ragnar kom úr FC Suðuroy í 2011 og hevur spælt við besta liðnum hjá TB síðan. Hann er U-landsliðsleikari og ein av teimum bjartast lýsandi ungu stjørnunum á TB liðnum í dag.

Navn: Ragnar Bárá Tausen
Føðiár: 06/09-1994
Hædd: 179 cm
Pláss á liðnum: vongur
Lið umboðaði: TB, Fc/S, VB.

Hví valdi tú fótbóltin sum tína ítróttargrein?

Eg havi spælt fótbólt í 14 ár nú so tað er nakað eg dámi gott at brúka mína tíð uppá, grundað av at man altíð kann føla at ein sjálvur útviklar seg og so av tí sosiala.

Tú hevur tín fótbóltsuppvøkstur í VB/Sumba og FC Suðuroy, hvussu ber tað til at tú kom til TB?

Í 2011 metti eg at um eg fór at spæla við TB, fekk eg eina størri útviklling, millum annað av tí at eg kendi venjarin hjá TB gott og at eg havi altíð dámt betur á tvøroyri, tá hugsi eg serliga um tá vit vandu við TB/VB í smádreingjum og dreingjum. At tað vóru nakrar ósemjur við nevndina hjá Fc/s tá, skal eg ikki dylja yvir, og av tí, lá TB ovasta á listanum, tá eg skuldi velja.

Hevur tað ment teg at koma til TB, um ja, hvussu?

Eg havi ment meg uppá allar mátar, serliga av tí at eg fekk kjansin at spæla næstan allar dystinar fyrsta árið við besta liðinum.

Hvussu hava spælarir og viðhaldsfólk tikið ímóti tær?

Eg haldi at eg eri blivin virkuliga væl móttikin, bæði av spælarum og viðhaldsfólkið, og av tí føli eg meg sum ein TB’ara og næstan sum ein tvøramann

Nú nærkast kappingarbyrjan. Hvussu er menn fyri ?

Menn eru heilt gott fyri, og nakað væl betur fyri enni fjør.

Metir tú tað hava týdning, at TB hevur fingið Einherjar at stuðla sær til dystir bæði úti og heima?

Tað hevur ein kolosalan týdning, teir lyfta ligið upp til hvønn einasta dyst.

Er tað nakað serligt við Einherjum, ið tú vilt nevna?

Ja, teir hjálptu okkum heilt ótrúliga nógv í fjørð og vóru teir ikki við okkum, so var TB ikki í bestu deildini í ár.

Umstøðurnar kring nýggja vøllin, metir tú at tær fara at hava nakran týdning fyri avrikini á sjálvum vøllinum?

Umstøðurnar hava sera stóran týdning, tær hjálpa uppá hugburðin hjá einum, tá man sær at fólk vilja gera so nógv fyri at vit skullu hava góðar umstøður, so vil man altíð geva seg eyka nógv fyri at gera so at hesi fólkini eisini føla sum um tað tey hava gjørt er ein succes.

Heldur tú, at vit skjótt fara at síggja ein TB-leikara á landsliðnum, og um ja, hvør verður hann so?

Rógvi Joensen og Martin Tausen eru tvey góð boð.

Hvør verður toppskorari hjá TB í ár?

Tað verður Poul Ingason

Besti leikari í TB?

Er nokk Martin Tausen

Besti leikari í deildini?

Símun Samuelsen

Hvørjum plássi á stigatalvuni fara tit eftir í ár?

Vit fara at spæla fyri at sleppa út í Evropa næsta ár.

Stuttligasta uppliving sum leikari í TB:

Tað er so heilt sikkurt 11-0 sigurin á EB/Streymi í 2011

Besta uppliving sum leikari í TB:

Sama sum omanfyri

Besta mál hjá tær sjálvum:

Tað má vera fyrsta málið hjá mær fyri TB, ímóti HB

Besti leikari í TB nakrantíð:

Óli Johannesen!!

Ynski fyri 2013:

At spæla góðan og undirhaldandi fótbólt og sjálvandi at enda so ovaliga á stigatalvuni sum til ber.

Fakta um Ragnar:
http://www.faroesoccer.com/player.php?PlayerName=R&gender&_&playerID=5300

Scroll to Top