"9 dystir eftir, so man ikki man klárar at smekka 9 mál inn?"

 Vit hava havt eitt stutt prát við Patrik Johannesen, ið júst er vendir heimaftur til barndómsfelagið TB. Patrik er spentur at fara undir uppgávuna og vónar at fáa víst tað, ið hann stendur fyri. Hann vónar at fáa tvørafólk at hugsa gott um seg aftur og hevur longu havt sína fyrstu venjing við TB.
Tú skrivaði í gjárkvøldið undir við TB, hvussu ber tað til, at tú júst nú er vendur aftur til barnddómsfelagið?
Eg kendi á mær at tíðin var komin til at finna aðrar avbjóðingar og tí tók ag avgerðina.
Hvussu kennist tað at hava tikið avgerðina og nú skjótt aftur at standa í TB-blusuni?
Tað er ein góð kensla!
Tú skifti til FC Suðuroy í 2013, hvussu var tað at byrja við “arvafíggindanum” í fótbólti?
Tað var ein stór avbjóðing. Eg kendi á mær at tað var ikki so væl sæð her heima, men eg varð sera væl móttikin í Vági.
Hvussu var at spæla móti TB?
Tað var ein løgin kensla at spæla ímóti teimum, ið ein er vaksin upp sum fótbóltsspælari við.
Hvussu hevur uppihaldið annars verið, hevur tað ment teg sum spælari?
Eg havi bara positivt at siga um uppihaldið í Vági. Eg hevði góðar viðleikarar og eg kenni á mær at eg eri vorðin nógv betri sum fótbóltsleikari.
Tú hevur skorað nógv mál í ár fyri FC Suðuroy, kunnu vit vænta meira av tí fyri TB?
Tað vóni eg so sanniliga. 9 dysti eftir, man ikki man klárar at smekka 9 kassar inn so? Winking smile emoticon
Hvat er títt ynskipláss á liðnum?
Beitn aftanfyri áleyparan.
Nú byrjar tú aftur í TB, hevur tú havt tína fyrstu venjing?
Ja eg var og vandi í gjár.
Hvussu vart tú móttikin?
Eg var sera væl móttikin – onkur skulaði eitt sindur, men tað tekur man bara við.
Væntar tú, at tú fær spælt teg beint inn á liðið, ella metir tú at tað verður ein hørð kapping?
Eg vænti at tað verðu hørð kapping um plássini-
Hvussu langan sáttmála er talan um?
Fyrst og fremst hetta árið út og so hava vit so eisini tosað um komandi ár.
Hvat er málsetningurin hjá tær, nú tú hevur skift felag.
At fáa tvørafólk at hugsa gott um meg aftur og so vóni eg at kunna vísa teimum, hvat ið mist varð, tá eg skifti felag á sinni.
TB spælir í Effo-deildini komandi ár, tað er lítil ivi um tað, hevur tað havt nakað at siga viðvíkjandi avgerðini at skifta felag?
Tað hevur heilt avgjørt spælt inn viðvíkjandi avgerðini eg tók.
Hevur tú eina heilsu at bera tínum nú fyrrverandi liði, FC Suðuroy og tess fjepparar?
Eg vil takka fyri 1 og ½ góð ár og fyri nógvar góðar løtur saman. Takk fyri stuðulin frá FC Suðuroy fjepparunum.
 
Byrjaði at spæla í TB?
Eg byrjaði sum 6 ára gamal við TB.
Besta upplivilsi í TB?
Tá vit vunnu steypakappingina við TB/VB dreingjunum í  2009 og so sjálvandi tá vit fluttu upp í 1. deild við 2. deild hjá TB í 2012.
Størsta TB-fyrimynd?
Pabba (Jón Johannesen, red.) og Óli Johannesen, pápabeiggin.
 Vit takka Patrik fyri prátið og ynskja honum alt tað besta komandi tíðina.
Scroll to Top