betrideildin

Á deildum fjórðaplássi

Sunnudagin var EB/Streymur á vitjan við Stórá og var lagt upp til ein dyst har EB/Streymur skuldi royna at fáa síni fyrstu stig, men tíbetur so stóðu tvøramennirnir stinnir saman og tryggjaðu trý stig afturat á kontoina.

Einsamalla málið hjá TB gjørdi Poul Ingason eftir 12 minuttum. TB kundi annars lagt øgiliga bragdliga fyri, tí longu í fyrsta minutti mundi EB/Streyma-verjan givið okkum eina gávu, tá óskil valdaði í verjuni. Tíverri fór skotið framvið, men so góðar tíggju minuttir seinni kundi Poul Ingason skalla bóltin í netið eftir eitt hornaspark.

Tað, ið restaði av fyrsta hálvleiki stóð TB fyri tí mesta av bæði spælinum og møguleikunum, men fleiri mál spurdist ikki burturúr.

Eftir steðgin var tað sum um, at alt vendist á høvdið, nú var tað EB/Streymur, sum sat á tí mesta, men tað gav ikki úrslit. Okur megnaði at halda nullið og nú kunnu vit nokk samanfata hesi fyrstu umførini við at siga, at vit uttan iva hava nógv fleiri stig enn nakar serfrøðingur hevði spátt.

Næsta vikuskiftið er aftur við Stórá, tá eru tað føroyameistararnir úr HB sum koma á vitjan. Komandi umførini kunnu á pappírinum tykjast at vera trupul, men her í byrjanini er ilt at siga, at deildin er komin í fasta legu, so alt ber til og tað er at koyra á.

Scroll to Top