Á fjórða plássi

Í dag var spennandi dystur við Stórá har 07 Vestur var á vitjan. TB/FC Suðuroy/Royn mátti í dag vera fyri uttan tveimum vegna leikbanni, Poul Ingason og Mats Walberg, ið báðir fingu reytt kort í dystinum ímóti Skála fyrr í vikuni.

Dysturin kundi byrja sera væl fyri okkum, tí Stefan kundi við eitt sindur av hepni skora til 1-0 longu í fyrsta minutti, men tíverri bleiv tað ikki.

Tíggju minuttir inni í dystinum skoraði Tór Ingar Akselsen og so vóru vit enn eina ferð aftanfyri. Tíbetur hevur TB/FC Suðuroy/Royn fleiri ferðir í ár prógvað, at tað ber til at venda dystum, serliga við Stórá.

Stutt undan hálvleikinum verður Búi Egilsson feldur og dómarin bríkslar fyri brotssparki, sum Jón Krosslá Poulsen setur í málið. Hálvleikur og status quo.

Maurice heldur síðani ein av sínum half time pep talks og smittar hetta av á leikararnar beinanvegin í øðrum hálvleiki, tí tað eru bert farnir fáir minuttir, so hevur Búi lagt okkum framum 2-1.

Búi Egilsson gerst dagsins maður, tá hann móti endanum av dystinum skorar til 3-1 og harvið sløkkir vónina hjá 07 Vestur at fáa nakað við sær úr Trongisvági.

Úrslitini í dag hava við sær, at TB/FC Suðuroy/Royn liggur nú nummar fýra við 19 stigum.

Scroll to Top