Sunnudagin er aftur Effodeildarfótbóltur á skránni, hesu ferð gongur leiðin á Argir at leika móti einum AB liðið, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini.
Farna sunnudag møttu vit KÍ við Stórá og endaði dysturin við einum 1-1 javnleiki og mugu vit hóast alt vera væl nøgd við ta eina stigi vit fingu.
Felags fyri okkum og AB hetta kappingarárið hevur verið at liðini hava spælt nógvar javnleikir. Vit hava í løtuni spælt 11 javnleikir og AB hava spælt 10. Hetta sæst eisini á innanhýsis dystirnar okkara millum, báðir eru endaðir við 1-1 javnleiki. Spurningurin er so um søgan endurtekur seg?
Martin Tausen verður við aftur eftir leikbann í móti KÍ. Heine er farin niður til lesnaðin aftur, meðan Heini Mikal verður úti tað sum eftir er av kappingarárinum. Kofi verður ei heldur við í hesum dystinum.
Tað tykist tó alsamt sum um, at EB/Streymur eru ávegis 1. deild, tað eru seks dystir eftir, sum kunnu hægst geva 18 stig og hevur liðið bert megna at vunnið ein dyst alt kappingarárið. Hetta meðan spenningurin er stórur millum AB og FC Suðuroy og hvør teirra megnar at varðveita sessin í bestu deildini. Bert trý stig eru á muni og liðini bresta saman á Argjum 13. september. Vinna vit sunnudagin økja vit samstundis møguleikan hjá FC Suðuroy at varðveita sessin í deildini, hinvegin fær AB stig, økist teirra møguleiki.
Man skal ikki selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin, men vit hava eina ávísa trygdarfrástøðu frá niðurflytingarvandanum sum nú er. Sjey stig eru niður til FC Suðuroy og 10 stig niður til AB.
Formurin hjá okkum síðstu fimm dystirnir: VTJJJ (6 stig)
Formurin hjá AB síðstu fimm dystirnir: TTVJT (4 stig)
Dysturin verður sunnudagin klokkan 15:00