AB kemur á vitjan

Sunnudagin verður ein sera spennandi og umráðandi uppgerð í millum tey bæði niðastu liðini í Effodeildini í løtuni.

Eftir eina byrjan sum kanska ikki hevur verið heilt eftir ætlan hjá mongum TB fjepparum, so er tíðin komin at seta fyrsta sigurin inn á kontoina. Ársins fyrsti sigur glapp úr hondum okkara í evstu løtu móti B68, tá vit vóru á Toftum í farna vikuskifti.

AB koma við einum tapið í skjáttuni – teir leiktu móti Fuglfirðingum sunnudagin, tann dysturin endaði við einum eitt máls sigri til ÍF. AB hava skift venjara til í ár, nýggi venjarin er Trygvi Mortensen, sum vandi NSÍ í fjør.

Argjamenn hava fingið tilgongd av tveimum leikarum, ið vóru í okkara svørthvítu búnum í fjør. Talan er um Patrik Johannesen og Andri Bjørnsson, ið báðir skiftu Stórá út við Argir í vetur.

Dysturin byrjar klokkan 15:00 við Stórá.

Scroll to Top