Absalon Eliasen spælir við TB í 2016

Í dag gjørdist greitt, at Effo-hópurin hjá TB hevur fingið tilgongd frá enn einum spennandi leikara. Talan er um 18-ára gamla Absalon Eliasen, sum í dag setti sína undirskrift á sáttmála við TB.

Absalon byrjaði sína fótbóltsleið í Danmark í lítla felagnum HLIF(Houlbjerg Laurbjerg IF), men fór skjótt at leika við størra felagnum Hornbæk. Samstundis sum hann leikti við Hornbæk, vandi hann við talentliðnum hjá Randers, ið sum kunnugt hevur lið í bestu donsku deildini. Væl gekk við venjingini og Absalon varð skjótt fastur leikari á U15 og seinni U19 liðunum hjá felagnum. Eftir Randers hevur Absalon spælt eitt stytri tíðarskeið við Horsens og hevur eisini verið knýttur at U15 og U17 landsliðnum hjá Føroyum.

Hóast sín unga aldur, so má sigast, at Absalon hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Absalon sigur, at tá hann hevði gjørt av at royna seg í Føroyum, so var skjótt áhugi frá føroyskum feløgum. Tað vísti seg tó, at TB kendi til søguna hjá honum og tað gleddi hann so mikið at hoyra, at hann gjørdi av, at hann vildi royna seg í felagnum. Sjálvandi ynskir hann at spæla fast við besta liðnum hjá TB, men hann tekur einki fyri givið. Hann sigur, at kapping er um plássini og hann vil í hvussu er gera sítt til, at kappingin herðist um plássini.

Útmeldingina hjá venjaranum, at TB skal verða millum 4 tey ovastu liðini dámar honum væl. Hann hevur verið sera væl móttikin av hinum leikarunum hjá TB og hann sigur seg verða vorðnan part av einum góðum og motiveraðum hópi. At tað er kapping á liðnum, er eisini við til at motivera hann sum leikara. Hann metur TB verða ein góðan sýnisglugga til at vinna sær pláss á landsliðnum aftur og gleðir hann seg til at koma í gongd við landskappingina.

Absalon hevur nú skift bústað til Tvøroyri og verður tað her hann kemur at búleikast og arbeiða fram til kappingarenda. Vit ynskja Absalon hjartaliga vælkomnan í TB og ynskja honum bestu eydnu fyri felagið og persónliga.

Scroll to Top