Adrian og Gilli heiðraðir

Í samband við fyrimyndarligu luttøkuna hjá “TB’arunum” Adrian og Gilla í Orrustuni, bjóðaði ungdómsdeildin Adrian og Gilla saman við øllum U14 dreingjunum til pizza, í ítróttarhúsinum eftir venjingina í dag.

Lagið var gott á dreingjunum, og sum rættir TB’arir, sungu teir TB sangin og føðingardagssangin fyri TB, ið hevði føðingardag 13. mai.

Formaðurin Niels Pauli, rósti teimum fyri teirra stóra áhuga og vitan um felagið. Síðan fingu teir handa eina gávu frá felagnum.

Til ber at blaða í myndum ovast uppi við pílunum, ið eru yvir myndunum.

Scroll to Top